Yerevan, Armenia (Portalurin): - Setningurin undan seinastu dystunum er rímiliga greiður: Føroyar skulu hava stig - helst nøkur,
Støðan í bólkinum eftir fýra umfør - tvey resta í:
1. Norðurmakedónia 10 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 4 stig
4. Føroyar 3 stig
Liðið, sum endar niðast, skal sum tað minsta spæla um plássið í deildini í play-off dystum í mars: Spæla fyri at sleppa undan niðurflyting til veikasta bólkin í Nations League. Tað eru fýra bólkar í Deild C - teir báðir 4'ararnir við lægst tali av stigum fara beinleiðis niður.
Har standa Føroyar í løtuni betri í tí enn allir hinir 4'ararnir, tí man hevur trý stig. Aserbadjan og Litava hava higartil einki stig. Føroyar hava eisini bert eitt stig upp til Armenia og Lettland.
Seinasti dystur er í Norðurmakedónia. Oddaliðið í bólkinum fer mest sannlkt einki at hava at spæla fyri tá, men tað eru á pappírinum størri sannlíkindini fyri at fáa stig í dag.
Um Føroyar fáa stig í dag, kann tað væl verða, at tað ikki er nóg mikið at lyfta seg av aftasta plássinum, staðfesti Eyðun Klakstein fyri Kringvarpinum. Lettland og Armenia spæla móti hvørjum øðrum í seinasta umfari, og har fær so annað liðið stig.
Armenar hava eisini skift venjara. Sum Eyðun Klakstein segði í gjár, so eru dagsins mótsstøðulið í líknandi støðu. Armenar spæla tó nakað øðrvísi, og um teir raka sítt toppstig á egna grasi, so kann tað gerast eitt trupult kvøld hjá Føroyum. Heimahagtølini eru góð, men Føroyar hava eisini dugnaligar spælarar, nakrar sum eisini eru betri fyri enn seinast, og prógvað varð á Tórsvølli at hetta liðið er at tosa við.
Sí eisini: Hallur er ivasamur hósdagin
Ljóð
Brandur: - Langtsíðani eg ikki havi kent nakra pínu í kroppinum
Bjartalíð hevur tað betri enn væntað
Nations League Deild C, bólkur 4
5. umfar - í dag, hósdagin 14.11 á Vazgen Sargsyan Republican Stadium
17.00 Armenia - Føroyar
Portalurin koyrir beinleiðis blogg eina løtu upp til dystin og undir dystinum. Eftir dystin hava vit viðmerkingar úr føroysku leguni. Kringvarpið vísir dystin - FM1 sigur frá á staðnum.
Støðan í bólkinum eftir fýra umfør - tvey resta í:
1. Norðurmakedónia 10 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 4 stig
4. Føroyar 3 stig
Niðasta liðið eftir seks umfør flytir niður ella skal spæla um tað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald