Annað

Føroyar til Junior HM fyri lið í badminton

Føroyska U19 landsliðið í badminton er á veg til Russlands, har tey skulu luttaka í HM fyri lið.

Føroyska U19 landsliðið ávegis til Russlands

Føroyska U19 landsliðið ávegis til Russlands

2019-09-28 19:56 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Seks leikarar skulu i døgunum 30. september til 5. oktober umboða føroyska U19 landsliðið í Junior HM í Badminton fyri lið í Kazan í Russlandi. Hetta skrivar Badmintonsamband Føroya á sínum Facebook vanga.

Í liðkappingini eru Føroyar í bólki við Danmark, Taivan, Ný Sælandi og Usbekistan.

Í liðkappingini verður spælt ein einmansleikur fyri menn, ein einmansleikur fyri kvinnur, ein tvímansleikur fyri menn, ein tvímansleikur fyri kvinnur og ein blandaður tvímansleikur. Tað eru 43 lond, ið kappast í liðkappingini.

Tey, ið umboða Føroyar eru;

Alma Kentsdottir Mohr Pedersen, Lyngby/HBF
Sissal Thomsen, HBF
Lena Maria Joensen, KBF
Árant á Mýrini, MBF
Jónas Djurhuus, HBF
Ari Miné Jacobsen, KBF

Við í ferðalagnum eru eisini landsliðsvenjari Sune Gavnholt og liðleiðarnir Kent Pedersen og Erik Engelbrecht Thomsen.

Hópurin kemur til Kazan sunnumorgunin, og spælir fyrsta dyst móti Taivan mánamorgunin klokkan 8.30 lokala tíð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder