Fótbóltur

Føroyar tóku eitt fet nærri undankappingini

Føroysku kvinnurnar vunnu seinastu einogtjúgu minuttirnar við seks málum. Tá fekst glið á álopsspælið, samstundis sum verjan og Annika Petersen í málinum gjørdu tað trupult fyri Finnland. Føroyar kunnu avgerða bólkin sunnudagin.

Føroysku kvinnurnar kundu fegnast eftir seinasta bríkl, tí tær høvdu strítt seg inn í dystin aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku kvinnurnar kundu fegnast eftir seinasta bríkl, tí tær høvdu strítt seg inn í dystin aftur (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-04 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar og Finnland settu í kvøld skjøtul á undan-undankappingarbólkin, sum hetta vikuskiftið er á skránni í Høllini á Hálsi. Tað var útiliðið, ið byrjaði greitt betri. Føroyar fingu bert tvey mál fyrstu tíggju minuttirnar, meðan Finnland kom til alt ov nógv løtt skot. Marita Mortensen skoraði bæði føroysku málini, og tað var ungi bakspælarin úr Hoyvík, sum gekk á odda í álopspælinum hjá Føroyum í 1. hálvleiki. Marita skoraði fýra útav níggju málum – tað gekk striltið at fáa mál uppá góðar møguleikar og at millum skora av vonginum.

Annika Fríðheim Petersen helt í roynd og veru Føroyum inni í dystinum fyrra helmingin av fyrra hálvleiki. Hoyvíkskvinnan, sum spælur fyri Haukar í bestu íslendsku deildini helt eitt gott støðugt støði ígjøgnum so at siga allan dystin og hevi nakrar stórar bjargingar. Í áleið 15 minuttir, frá støðuni 6-2, skoraði Ísland bert tríggjar ferðir. Føroyar komu í gongd, men hóast fleiri møguleikar at javna fyrst og síðani leggja á odda, so gekk tað striltið. Tað var eisini Finnland, ið var á odda í stegðinum við einum máli.

Myndir: Føroyar - Finnland

Um Føroyar komu illa út til dystin, so var tað næstan verri í 2. hálvleiki. Finnland vann fyrstu átta minuttirnar 4-0, og tað var ikki tí at gestirnir spældu heilt væl. Føroysku leikararnir skutu mitt á finska málverjn, og tað tók eina løtu at fáa samansetingina í verjuna at sita heilt. Men so kom hon eisini av álvara í gongd, og tað sum var uppaftur betri, tá støðan var 9-13: Álopið fór at koyra heilt væl.

Gamla Kyndlisbakketan við Marionnu Geirsdóttir Eystberg og Súnu og Báru Krossteig Hansen koyrdi væl: Marianna fekk nøkur góð mál útifrá, Súna, ið spældi við pínu í knæðnum og uttan at fáa runnið ordliga, fekk av álvara bjóðað finsku verjuna av. Hon skoraði tvey góð mál, tók nóg uppmerksemi og vann eisini okkurt brotskast. Bára setti spælið væl upp og var sera trygg uppá øll síni trý brotskøst. Bjarta Johansen gjørdi tað eisini væl á strikuni og serliga sum tvey'ari í verjuni. [object Object]
Guðrið Ellingsgaard, ið her fær klemm frá Turið Arge, spældi væl í sínum fyrsta landsdysti (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Súna Krossteig Hansen í ovarakæti eftir málið hjá Marionnu, ið setti seinasta seymin í kistuna. Súna gjørdi stóran mun, háost hon var darvað av knøðunum (Mynd: Sverri Egholm)

Í mun til í fyrra hálvleiki komu mál av vonginum: Durita Jojic, ið framvegis hevur nakað av trupulleikum við økslini, skoraði trý sera týdningarmikil mál av sínum gamla plássið á høgra vongi. Guðrið Ellingsgaard kom inn á vinstra vong og legði Føroyar á odda við tveimum, umframt at hon var við at vinna eitt umráðandi brotskast. Strandingurin, sum spældi sín fyrsta A-landsdyst dekkaði eisini væl sum tvey'ari á vinstra bakki.

Samanumtikið tóku allar av álvara ábyrgd seinastu ein og tjúgu minuttirnar, og tað gjørdi at Føroyar ótu seg frammum og vóru verandi har - tíðarskeiðið frá 50. minutt til 55. minutt vunnu Føroyar 4-0. Í seinasta minuttinum hevði Finnland eitt skot á stongina, tá munurin var eitt mál. Føroyar fekk fatur á bóltinum, spældu seg forbí høga finska trýstið, Marianna gjørdist leys, skoraði trygt og so var avgjørt.

21-19 til Føroyar, ið spældi heimadystin uttan nevnivert av áskoðarunum, var aftanfyri við fýra málum í 9. minutti í 2. hálvleiki, men sum vísti mentala styrki og helt lagnuna í egnum hondum. Dragan Brljevic, Finnur Hansson og leikararnir kunnu nú taka sær eitt sindur av løttum og í morgin hyggja eftir Finnlandi – Ísrael og vita, at líkamikið hvat úrslitið verður, so ber til at avgerða alt sunnudagin, tá Ísrael er á skránni.

EM undan-undankapping
Høllin á Hálsi, 04.06
Føroyar - Finnland 21-19 (9-10)


Dystargongdin:
5 min: 1-3
10 min: 2-6
15 min: 6-7
20 min: 7-7
25 min: 8-9
35 min: 9-11
40 min: 10-13
45 min: 13-14
50 min: 15-17
55 min: 19-17

Málskjúttar hjá Føroyum:
Marita Mortensen 4 mál
Marianna Eystberg 4 mál
Durita Christophersen Jojic 3 mál
Bára Krossteig Hansen 3 mál (3 brotskøst)
Bjarta Osberg Johansen 2 mál
Súna Krossteig Hansen 2 mál
Pernille Brandenborg 2 mál
Guðrið Ellingsgaard 1 mál

Bjargingar: Annika Fríðheim Petersen 17

Útvísingar: Durita Christophersen Jojic 2, Bjarta Johansen 1, Guðrið Ellingsgaard 1 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder