2019-05-12 20:39
Í gjárkvøldið taptu Føroyar tætta hálvfinalu móti vertunum úr Luksemborg. 3-2 ósigurin hevði við sær, at føroysku kvinnurnar í dag skuldu spæla bronsudyst.
Hann var móti Norðurírlandi, og har var føroyska liðið stórfavorittur. Hetta livdi liðið eisini upp til og vann øll settini stórt.
Harvið fara Føroyar heim við bronsuheiðursmerkjum. Luksemborg vann finaluna á Skotlandi 3-1. Øll settini vóru sera tøtt.
EM fyri smátjóðir - Bronsudystur:
Føroyar - Norðurírland 3-0 (25-11, 25-13, 25-11)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald