Kappróður

Føroyingar luttaka í HM í inniróðri um vikuskiftið

Yvir 2000 rógvarar úr 70 londum luttaka, og Føroyar hava seks rógvarar við.

2023-02-25 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag verður HM í inniróðri, har seks føroyskir rógvarir luttaka.

Wrich 2023 er í ár skipað sum ein hybrid kapping, tvs. at rógvarar rógva á staðnum og netborið.

Í alt 2000 rógvarar úr 70 londum luttaka í kappingini. Føroyar eru einasta norðurlenska landið, sum hevur rógvarar á staðnum, meðan Danmark, Noregi, Svøríki og Finland luttaka netborið.

Kappingarnar vera vístar live á CBC Sports og stroymdar á CBC Gem og á YouTube kanalini hjá World Rowing. Meira kunningfæst  her.

Skrá

Leygardag verður kappast í 500 metrum:
Kl. 17.00 Føroyska tíð: Kvinnur 21-22 (U23W) Sára Maria Johansen (42)
Vár G. Hansen (43)

Kvinnur 21-22 lættvekt (U23LW): Zoe E. Dickson (50)
Kl. 20.06 Menn 17-18 (U19M) Mattias Durhuus (52)
Kl. 20.16 Kvinnur 23-39 lættvekt Sarita K. Hansen (1)
Elsa Magnussen (2)

Sunnudag verður kappast í 2000 metrum:
Kl. 15.08 Kvinnur 21-22 (U23W) Sára Maria Johansen (40)
Vár G. Hansen (44)

Kvinnur 21-22 lættvekt (U23LW): Zoe E. Dickson (58)
Kl. 20.17 Kvinnur 23-39 lættvekt Sarita K. Hansen (8)
Kl. 20.46 Menn 17-18 (U19M) Mattias Durhuus (7)

Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Róðrarsambandinum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder