
Tbilisi, Georgia (Portalurin): - Vit skulu ikki káva útyvir, at dysturin mánadagin hevur størri týdning. Vit gleða okkum eisini nógv til at royna at spæla ein heimadyst (...)Vit kunnu tó avgjørt nýta hendan dystin til nógv.
Soleiðis segði Eyðun Klakstein á tíðindafundinum í Tbilisi í gjár, tá landsliðsvenjarin staðfesti, at hóast Føroyar - Gibraltar er lykladysturin hetta vindeygað, so kann dysturin í Georgia í kvøld sanniliga nýtast til nógv.
- Dysturin gevur okkum møguleikar at menna liðið og millum annað loyva øðrum spælarum, sum kanska ikki hava spælt so nógv ella eru á veg aftur á landsliðið, framat. Millum annað ungum spælarum.
Sí eisini: Dysturin í Tbilisi hevur sanniliga eisini nógv at siga
Væntast kann, at menn sum Poul Kallsberg, Noah Mneney, Gullbrandur Øregaard og ein ella báðir vinstru vongbakkarnir, Daniel Johansen og Martin Agnarsson, fáa seg royndar í kvøld. Daniel skal, eins og Patrik Johannesen og Jákup Biskopstø Andreasen, í gongd aftur á landsliðnum.
Sí eisini samrøður hjá okkum í Georgia:
Andrias og Hanus: Tað merkir alt men krevur nógv at vera fastur landsliðsspælari
Jákup og Patrik: Ógvuliga gott at vera aftur
Daniel og Adrian: - Eg havi bara bíðað eftir hesum
Summir spælarar fara at spæla bæði í venjingardystinum í kvøld og í HM-undankappingarydstinum á heimavølli mánadagin. Tað verður tó helst eingin, ið spælir 90 minuttir í báðum dystunum.
Seks útskiftingar kunnu vanliga gerast í slíkum venjingardystum.
Georgia var til EM-endaspælið í fjør, og vann í Nations League-playoff í mars, um uppflyting til deild B, samanlagt 9-1 á Armenia. Liðið hjá Willy Sagnol er sterkt, men spælir uttan størstu stjørnurnar í kvøld; serliga verður tað eyðsýnt, at Champions League-vinnarin Khvicha Kvaratskhelia ikki spælir.
Sí eisini: Eingin Champions League-vinnari ella Liverpool-spælari í kvøld
Eyðun Klakstein segði í gjár, at Føroyar høvdu ynskt at roynt seg móti millum annað Kvaratskhelia. Spælt verður á stóra leikvøllinum her í høvuðsstaðnu, har pláss er fyri 54.000 áskoðarum - roknað verður við upp til 25.000 áskoðarum til dystin, sum byrjar klokkan 17 føroyska tíð.
Myndir og meira: Her kunnu allir íbúgvar í Føroyum sita
Til ber at fylgja gongdini í fyrireikingardystinum ovast á Portalinum og í okkara beinleiðis bloggi. Kringvarpið vísir eisini dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald