Annað

Føroyingar vunnu heiðursmerki í stórari fimleikakapping í Danmark

Fleiri føroysk lið hava kappast í Easter Cup í Greve um vikuskiftið.

2019-04-22 14:26 Author image
Ari av Rana
placeholder

Lyra, sum er unglingaliðið hjá Fimleikafelagnum Ljósið, vann í gjár silvur til Easter Cup kappingina í fimleiki, sum varð avhildin í Greve í Danmark um vikuskiftið.

Liðið, sum er steypavinnari í føroysku kappingini luttók í unglingabólkinum, sum taldi taldi fleiri finsk, donsk og so føroysk lið.

Eftir innleiðandi kappingina leygardagin lá liðið á øðrum plássi aftanfyri eitt av finsku liðunum, og eftir finaluna sunnudagin gjørdist greitt, at tær varveittu silvurið.

Lyra kemur aftur til Føroya í dag, og byrja beinan vegin at arbeiða fram móti komandi kappingum, sum eru FM í estetiskum fimleiki um tvær vikur, og HM, sum verður í Spaniu um fýra vikur.

Smágentur Rósan setti met við 17,31 stigum
Í aðrari finalu á Easter Cup í gjár sigraði smágentuliðið hjá Støkk, Rósan. Smágentuliðið Rósan vann greiðan sigur við 17,31 stigum, samanlagt 34,08 stig við úrslitinum frá í gjár.

Í finaluni gjørdist liðið Bjalla frá Havnar Fimleikafelag nr. 4 og Vela frá Ljósinum nr. 5.

[object Object]
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder