Føroyskir judoíðkarar hava um vikuskiftið luttikið í Norðurlendsku Meistarakappingini í Rovaniemi í Finnlandi.
Úrslitið hjá føroyslu íðkarunum gjørdist trý gullheiðursmerki og tvey bronsuheiðursmerki.
Í gjár vunnu føroyingarnir tríggjar gullmedaljur, tá veteranarnir Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag, sum kappaðist í -73 kg vektklassanum, Sigmundur Johansen úr Skálafjarðar Judofelag, sum kappaðist í -90 kg vektklassanum, og Petur Sigurð Johannesen úr Havnar Judofelag, sum kappaðist í +90 kg klassanum allir endaðu fremst, skrivar Judo.fo.
Tvær bronsumedaljur vórðu eisini vunnar. Bjarni Kyrri Ólavsson úr Havnar Judofelag vann í unglingum undir 18 ár -55 kg, og Petur Sigurð Johannesen úr Havnar Judofelag, sum kappaðist í -100 kg vektklassanum vann bronsumedalju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald