Tveir føroyskir judoleikarar og ein dómari hava umboða Føroyar í ársins útgávu av RIG – Reykjavik International Games. Føroyar hava luttikið hvørt ár síðani 2013 í hesi kapping.
Í ár vóru tað Kjartan Gray og Fríði Magnusson Carlsson, ið luttóku í kappingini, og Jóan Petur Petersen var ein av dómarunum til kappingina.
Besta úrslitið fekk Fríði Magnusson Carlsson, sum megnaði at vinna
bronsumerki. Fríði var í seminfialuni móti Magni Lauritsen úr Danmark. Har var Fríði so óheppin at fáa knæið á dananum í andlitið, soleiðis at hann beyt seg sjálvan í vørrina, sum bløddi illa, eins og hann fekk ein stoyt í kjálkan, sum eisini gav nógva pínu. Men eftir viðgerð helt hann fram í dystinum, men gjørdist eitt sindur ov varin, fyri ikki at fáa størri skaða, so hann tapti hendan dystin.
- Tað er ikki ósannlíkt, at um hann ikki fekk hendan skaðan, so kundi hann vunnið á dananum, sum seinni vann gull í kappingini, sigur Judo Føroyar.
Men Fríði fekk ein møguleika afturat móti bretanum Bobby King í kappingini um bronsuna. Eisini í hesum dystinum mátti Fríði fáa viðgerð, tí sárið í vørrini fór at bløða aftur, men hann kom afturíaftur. Eftir vanligu tíðina upp á 4 minuttir stóð á jøvnum, og farið var út í sokallað ”golden score”, har gingu 5 og ein hálvur minuttur til tað eydnaðist Fríða at kasta bretan, og harvið hevði Fríði vunnið bronsuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald