Annað

Føroysk finala í Ikast

Føroyingarnir hava staðið seg væl í sterku ISI Cup í Midtjyllandi.

Bjarnhild í Buð Justinussen og Adhya Nandi skulu spæla finalu hjá U15
(Mynd: BSF)

Bjarnhild í Buð Justinussen og Adhya Nandi skulu spæla finalu hjá U15 (Mynd: BSF)

2019-03-03 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

13 føroyskir bafmintonleikarar eru í vikuskiftinum til ISI Cup. Talan er um stóra kapping, har áleið 600 leikarar luttaka.

Føroysku leikararnir luttaka í sterkastu bólkunum, og í gjár leiktu tey 52 dystir og vunnu 24 av teimum. Hetta er sambært Badmintonssambandinum flott klára, tá hugsað verður um støði. Í tvímansleiki hjá kvinnum í U17/19M endaðu tvey pør í kvartfinaluni, og hjá monnunum kom eitt par til 1/4-finalurnar.

Tað eru serliga tær báðar yngru, ið hava gjørt vart við seg. Adhya Nandi úr HSF og Bjarnhild í Buð Justinussen úr KBF komu báðar í hálvfinaluna í einmansleiki, og báðar spældu seg víðari til finaluna. Harvið verður talan um føroyskt gull og silvur hjá U15 gentum.

Finalan verður leikt seinni í dag; tað er ikki heilt greitt hvat klokkuslett enn. Til ber at fylgja við á Facebook-síðuni hjá Badmintonssamband Føroya, har føroyska finalan verður stroyma

Føroyski hópurin: 

U15M
Adhya Nandi, HBF
Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF

U17/19M
Sissal Thomsen, HBF
Lena Maria Joensen, KBF
Miriam í Grótinum, HBF
Jónas Djurhuus, HBF
Ari M. Jacobsen, KBF
Árant á Mýrini, MBF
Jónas Vágsheyg, KBF
Ari Nandi, HBF
Hans Elttør, KBF
Rúni Øster, HBF
Hákun Thorkildshøj Sigvardsen, HBF

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder