Annað

Føroysk genta á danska U17 súkklulandsliðnum

Gullborg Guttesen súkklar í donsku landsliðstroyggjuni í altjóða kapping í Hollandi.

2019-09-13 10:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska Gullborg Guttesen, sum býr í Danmark, er úttikin á danska súkklulandsliðið fyri hennara aldursbólk, U17.

Um vikuskiftið skal hon saman við fimm øðrum evnaríkum súkklarum súkkla í kappingini Watersley Ladies Challenge, sum gongur yvir tríggjar dagar. Henda kappingin verður brúkt sum fyrireiking hjá teimum U19-liðum, sum seinni í heyst skulu kappast um heimsmeistaraskapin í Onglandi.

Gullborg Guttesen hevur føroysk foreldur og súkklar dagliga við Herning Cykle Klub

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder