Annað

Føroyska bridgelandsliðið stendur seg væl í altjóða kapping á netinum

Landsliðið hevur leikt seg í 1/4 finaluna í BBO InterCity League, sum verður 18. desember.

2019-12-13 12:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsliðið í bridge hevur leikt seg í 1⁄4 finaluna í stórari altjóða bridgekapping, sum verður leikt á netinun. Kappingin verður nevnd BBO InterCity League, og fleiri enn 100 lið úr øllum Evropa hava luttikið.

Tað var sum liður í fyrireiking til Small Nations kapping, sum var leikt í Serbia síðst í oktober, at føroyingar meldaðu seg til hesa sterku kappingina.

Føroyar vann sín bólk, har eitt nú vinnandi liðið frá í fjør luttók.

Í gjár leiktu Føroyar 1/8 finalu dyst móti einum sterkum liði frá Wales, sum føroyingar vunnu stórt. Á føroyska liðnum í 1/8 finuluni leiktu Arne Mikkelsen, Bogi Simonsen, Dánjal Pauli Mohr og Árni M. Dam

1⁄4 finalurnar verða leiktar á Bridge Base Online mikukvøldið 18. desember kl 20. Fólk kunnu fylgja við dystinum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder