Annað

Føroyska landsliðið í bridge skal leika hálvfinalu í stórari altjóða kapping

Intercity League verður leikt á netinum, og fleiri enn 100 lið hava luttikið. Føroyar spæla móti liðið úr Póllandi í kvøld klokkan 20.

2020-01-08 10:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru bert fýra lið eftir í Intercity League, og føroyska landsliðið er eitt teirra.  

Arne Mikkelsen, Bogi Simonsen, Dánjal Pauli Mohr og Árni M. Dam hava sligið eina rúgvu av liðum út og nú skulu teir vinna á liðið úr Póllandi fyri at koma í finaluna. Í hinari hálvfinaluni dystast eitt lið úr Danmark og eitt úr Rumenia.

Hálvfinalan byrjar klokkan 20.00 í kvøld, og verður leikt á bridgebase.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder