Hondbóltur

Føroyski hópurin fyrireikar seg nú til stóru uppgávurnar í Danmark

Liðið venur í Farum Arena seint seinnapartin fram ímóti dystinum ímóti Montenegro.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-06-12 13:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hevur føroyski landsliðshópurin fyrireika seg til seinastu uppgávurnar í EM-undankappingini. Hetta hevur verið gjørt við nógvum venjingum i Føroyum. Fyrst var talan um ein bruttohóp, ið síðani varð skorin niður til 16 mans 3. juni. Fyrrakvøldið gjørdist tó greitt, at skaðaplágaði Hilmar Leon Jakobsen úr H71 noyddist at geva avboð 

Eirikur Simonsen kom í hansara stað, og harvið verður hópurin til dystirnar ímóti Montenegro og Danmark næstan júst tann sami sum til dystirnar ímóti Ukreina í apríl. Einasti munurin er, at ársins málverji í Føroyum, Tórður Guttesen úr Kyndli, er við ístaðin fyri Niklas Simonsen. Tórður verður helst eykamaður aftanfyri Nicholas Satchwell.

Uppgávurnar í Danmark verða heilt ymiskar. Fyrst er heimadystur í Farum ímóti Montenegro, ið Føroyar fingu flottan javnleik ímóti í fyrsta dystinum í undankappingini. Sunnudagin er útidystur í Aalborg, har donsku heimsmeistararnir taka ímóti.

Føroyski hópurin kom til Danmarkar fyrrapartin, og venur í dag kl. 16.00 lokala tíð í høllini á Norðursælandi har dysturin verður í morgin. Portalurin verður við til venjingina, ið vit hava tilfar frá seinni.      

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder