Annað

Føroyskir landsliðsfimleikarar royna seg Danmark

Tær fýra, Astrið Nanly Breckmann, Rebekka Ingadóttir Rein, Sólja Fei Müller og Gunnvá Mørkøre, eru partur av bruttohópinum av danska landsliðnum.

Gunnvá Mørkøre, Rebekka Ingadóttir Rein, Astrið Nanly Breckmann og Sólja Fei Müller

Gunnvá Mørkøre, Rebekka Ingadóttir Rein, Astrið Nanly Breckmann og Sólja Fei Müller

2020-10-09 18:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Astrið Nanly Breckmann, Rebekka Ingadóttir Rein, Sólja Fei Müller og Gunnvá Mørkøre, sum eru nakrar av teimum sum eru á føroyska landsliðnum í amboðsfimleiki royna seg í hesum døgum í Danmark.

Tær eru partur av bruttohópinum av danska landsliðnum sum skal luttaka í EM, sum verður í Turkalandi í desember 2020.

Í løtuni eru tær til fyrstu úttøkutest í Ålborg. Astrið og Rebekka luttaka sum seniorar, í meðan Sólja og Gunnvá luttaka sum juniorar.

Camelia Mihaela Mindricel-Selariu, sum er landliðsvenjari, er eisini við á ferðini.

Fremstu fimleikarnar á dreingjasíðuni eru eisini í eini slíkari tilgongd, sigur Føroya Fimleikasamband, sum fegnast um spennandi møguleikarnir fyri fremstu amboðsfimleikararnar í Føroyum, hóast talan er um danska landsliðið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder