Danska meistarastevnan á stuttgeil 2018 varð skotin í gongd í Vejle í morgun. Tey kappast fram til og við sunnudagin, og millum luttakararnar eru eisini nakrir føroyingar, við rættiliga góðum møguleika at vinna heiðursmerki.
Óli Mortensen er styrkismettur sum næstbest í 400, 800 og 1500 metra frísvimjing, aftanfyri Alexander Aslak Nørgaard. Og Alvi Hjelm er triðskjótast í 400 blandað á startlistanum, nr 7 í 400 frí og nr 8 í 200 blandað. Umframt at teir luttaka í øðrum, skrivar Svimjing.com.
Frans Johannessen hevur eisini góðar møguleikar, ið sum kunnugt er danskur svimjari av føroyskum uppruna. Hann er m.a. styrkismettur sum næstskjótast í 50 bringu og 200 blandað, triðskjótast í 200 frí, og nr 8 í 200 firvald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald