Hondbóltur

Føroyska áskoðarafjøldin var størsti vinnarin í kvøld

Hóast óvguliga dyggan stuðul frá fleiri túsund føroyskum áskoðarum í Mercedes Benz Arena í kvøld, so taptu Føroyar við 3 málum móti Slovenia í kvøld.

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)

2024-01-11 19:33 Author image
Ingi Samuelsen & Agnar Prestá
placeholder

Sjálvandi megnaðu dugnaligu føroysku hondbóltsleikararnir at imponera við góðum spæli móti Slovenia í kvøld, hóast tað at enda gjørdist ein ósigur við trimum málum.

Men stóri vinnarin var fjølmenta føroyska áskoðarafjøldin, sum gjøgnum allan dystin stuðlaðu sínum leikarum við eggjan, sangi og stuðuli.

Á vøllinum gjørdist hetta ein harður dystur fyri føroyska liðið. Slovenar vóru rættiliga nógv størri og sterkari enn vit, men føroysku spælararnir megnaðu við snildi og kvikleika at geva teimum góða mótstøðu.

Serliga í fyrra hálvleiki, har Føroyar vóru tað betra liðið. Men har vantaði okkurt í effektivitetinum, og javnleikur 13-13 í hálvleikinum var ikki nóg gott.

Í øðrum hálvleiki byrjaði munurin á liðunum so smátt at síggjast. Slovenar vóru kaldari og meira útroknandi. Gjørdu ikki meira enn hægst neyðugt, komu loksins framum við meira enn tveimum málum, og so koyrdu teir sigurin heim.

Samanumtikið má sigast, at frá føroyskari síðu var verjuuppgávan avgreidd nøkulunda fram til eina løtu inn í 2. hálvleik. Tað var meira í álopinum, at hugflogið vantaði. Tað kom at liggja ov stór ábyrgd á Eliasi at finna loysnirnar, og tá kann spælið gerast stirvið. Í kvøld gjørdist tað til tíðir í so stirvi.

Peter Bredsdorff Larsen og Julian Johansen hava nakað at arbeiða við, áðrenn Noreg stendur á skránni sunnudagin.

Nøkur hagtøl:

Føroyar – Slovenia
1.umfar í bólki D

Dystargongdin:

5 min: 2-1
10 min: 5-4
15 min: 6-6
20 min: 7-8
25 min: 10-10
30 min: 13-13

35 min: 16-15
40 min: 19-21
45 min: 21-24
50 min: 23-28
55 min: 27-29
60 min: 29-32

Bjargingar:
Pauli Jacobsen 9/32 (28 prosent)
Nicholas Satchwell 1/8

Tekniskar villur:
Føroyar: 9
Slovenia: 7

Útvísingar:
Føroyar: 3
Slovenia: 5

Føroyskir málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9 (3)
Hákun West av Teigum 9 – Dagsins spælari
Teis Horn Rasmussen 3
Óli Mittún 2
Vilhelm Poulsen 2
Tróndur Mikkelsen 2
Leivur Mortensen 1
Rói Berg Hansen 1

(Brend skot: 16)

Besti málskjútti hjá Slovenia var Aleks Vlah við 8 málum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder