- Í roynd og veru snýr tað seg um at bjarga ítróttinum undan einum hóttafalli, sum tekur langa tíð at byggja uppaftur. Føroyskur ítróttur er í løtuni í vanda fyri at verða sligin eini 30-40 ár aftur í tíðina, um politikarar ikki taka støðuna í álvara,
Hetta sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, í dag.
Koronakreppan er í gongd við at raka ítróttin í Føroyum sera hart, og Ítróttarsamband Føroya rópar í tíðindaskrivi í dag varskó, og heitir á politikarar um at síggja veruleikan í eyguni.
Tøl, sum ÍSF seinastu tíðina hevur savnað inn frá føroyskum ítróttafeløgum, vísa, at bara næstu fýra mánaðirnar missa føroysku ítróttafeløgini minst 8-10 milliónir krónur í inntøkum.
- Tað er ein stór hjálp, at løntir leikarar og venjarar hava rætt til pengar úr serligu covid19-skipanini hjá ALS, men tað munar alt ov lítið. Um politiski myndugleikin vil ítróttinum væl, so verður ein stuðulskipan sett í verk, sum endurrindar mistar inntøkur og fastar útreiðslur hjá føroyskum ítróttafeløgum.
Hetta sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ið saman við starvsnevndini er komin fram til, at at júst ein serstøk stuðulskipan er neyðug. Víst verður á, at bæði í Svøríki og í Noreg er veitt ítróttinum og frítíðarvirkseminum 100-tals milliónir krónur í stuðli. Eisini í Italia hevur ítótturin fingið serligan stuðul.
Forkvinnan í ÍSF vísur eisini á, at ítrótturin, og virðið sum hann hevur á ymsan hátt, veruliga er saknaður nú:
- Eg rokni við, at øll á ein ella annan hátt sakna ítróttin. Tað er nú, hann er lagdur lamin, at vit síggja veruliga virðið, ítrótturin hevur fyri føroyska samfelagið, ikki minst fyri trivnaðin og fólkaheilsuna – serstakliga hjá børnum og ungum.
Elin Heðinsdóttir Joensen minnir til seinast á, at ítróttafeløgini longu dúva ein stóran part av sínum virksemi upp á sjálvbodna arbeiðsmegi, og tað verður sera óhugaligt hjá hesum góðu kreftum at brúka komandi árini at savna pengar til at rinda skuld, sum tekur seg upp undir korona-kreppuni. Tað verður tí helst tyngri at fáa fólk í nevndir og til onnur sjálvboðin størv,
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald