Føroyska liðið byrjaði ógvuliga illa í báðum hálvleikunum, men vísti góðan stríðsanda, kom á odda og helt leiðsluni, hóast Finnland hevði møguleikan at javna ímóti endanum.
Føroyar hava nú spælt seg í eina heilt góða støðu í bólkinum.Sunnudagin er dystur móti Ísrael á skránni, og líkamikið hvat tað endar millum Finnland og Ísrael í morgin, so verður hesin dysturin avgerandi.
EM undan-undankapping
Høllin á Hálsi, 04.06
Føroyar - Finnland 21-19 (9-10)
Dystargongdin:
5 min: 1-3
10 min: 2-6
15 min: 6-7
20 min: 7-7
25 min: 8-9
35 min: 9-11
40 min: 10-13
45 min: 13-14
50 min: 15-17
55 min: 19-17
Toppskjúttar hjá Føroyum: Marita Mortensen og Marianna Eystberg 4 mál
Bjargingar: Annika Fríðheim Petersen 17
Meira seinni
Fótbóltur
Føroysku kvinnurnar stríddu seg til sigurs
Finnlandi var á odda við fýra málum, tá níggju minuttir vóru leiktir í 2. hálvleiki, men so komu Føroyar av álvara í gongd og vunnu við tveimum málum.
Súna Krossteig Hansen er darvað av knænum men hon stríddi seg til tvey góð mál og legði gott trýst á verjuna hjá Finnlandi (Mynd: Sverri Egholm)
2021-06-04 19:57
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald