2019-05-07 15:59
U17 landsliðið hjá gentum spældi í morgun dyst í UEFA menningarkapping í Minsk í Hvítarusslandi.
Mótstøðuliðið í dag var Aserbadjan og talan gjørdist um eitt 2-0 tap.
Tær, sum byrjaðu inni fyri føroyska liðið í morgun, vóru Hanna Dahl Hansen, Bergljót Hansen, Nancy Einarson, Jenny R. Petersen, Jórunn G. Justinussen, Birita P. Rasmussen, Celia Qing Kofod Toxborg, Karin Gøthe Áslaksdóttir, Sunniva Willemoes, Malena Olsen og Ester Ellingsgaard.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald