Um vikuskiftið luttóku átta leikarar á føroyska badmintonlandsliðnum í kapping í Aarhus. Kappast var bæði leygardagin og sunnudagin í greinunum einmansleikur kvinnur og menn, tvímansleikur og blandaður tvímansleikur.
Støðið á kappingini var høgt, og stóðu føroysku leikararnir seg væl, skrivar Badmintonsamband Føroya í tíðindaskrivi.
Føroysku leikararnir fingu fleiri góðar og tættar dystir. Serliga væl gekk tað hjá Bjarnhild í Buð Justinussen, sum var í hálvfinaluni í øllum greinum.
Í tvímansleiki spældi hon saman við Ranju Joensen - tær spældu eina sera spennandi hálvfinalu, sum tær tó taptu 2-1.
Eisini í hálvfinaluni í blandaðum tvímansleiki, sum Bjarnhild spældi saman við Magnusi Dal-Christiansen, var ein tættur trýsettari, sum tey tíverri eisini taptu 2-1.
Í hálvfinaluni í einmansleiki gjørdi Bjarnhild bart og vann hana 2-0, og finaluplássið var tryggjað. Bjarnhild kempaði væl, men tryggjaði Føroyum silvurheiðursmerki. Eitt sera flott vikuskiftið fyri ungu klaksvíksdamuna, skrivar Badmintonsamband Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald