Annað

Føroysku svimjararnir fingu góða byrjan í Baku

Teir fimm føroysku svimjararnir hava roynt seg European Youth Olympic Festival 2019 og persónlig met eru sett.

Føroysku íðkararnir til European Youth Olympic Festival í Aserbadjan saman við vejarum teirra - Mynd: Ítrottarsamband Føroya

Føroysku íðkararnir til European Youth Olympic Festival í Aserbadjan saman við vejarum teirra - Mynd: Ítrottarsamband Føroya

2019-07-23 13:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár byrjaði svimjistevnan á European Youth Olympic Festival 2019 í Baku, Aserbadjan, har fimm føroyskir svimjarar eru við. Hetta er fyrstu ferð, at føroyskir íðkarar luttaka í olympisku kappingini. Umframft svimjararnir, ið hava verið í gongd, skal judoíðkarin Bjarni Kyrri Ólavsson eisini umboða Føroyar. 

Svimjing.com skrivar, at tað gekk sera væl fyrsta dagin hjá svimjingini, har fleiri persónlig metum vórðu sett.

Serliga gekk tað væl í 200 metrar rygg, har Kristina í Skála og Elisabeth Erlendsdóttir svumu væl betri enn hvar tilmeldingartíð teirra var og settu harvið persónligt met. 

Kapping 1 – 100m frí:
– Kristina í Skála (2005) tilm. 1.04.72, svam 1:04.99
– Ronja Ró í Dímun (2004) tilm. 1.03.33, svam 1:02.68

Kapping 5 – 400m blandað:
– Rebekka Trygvadóttir (2004) tilm. 5.15.86, svam 5:18.71

Kapping 7 – 200m rygg:
– Elisabeth Erlendsdóttir (2005) tilm. 2.34.21, svam 2:30.04
– Kristina í Skála (2005) tilm. 2.30.61, svam 2:28.5

Ídag hava føroyingar luttukið í trimum kapingum.

100 frí: 
- Bartal E. Eidesgaard (2003) 00.54.50

400 frí:

- Elisabeth 05.02.14

200 bringa: 

Rebekka 02.50.04

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder