placeholder
Fótbóltur

Føroyskur fótbóltur varpar ljós á sálarliga heilsu

- Fótbóltur fevnir eftir okkara tykki um allar síðurnar av ABC í breiðastu merking. Fótbólturin er ein stórur og fevnandi felagsskapur, har tørvur og pláss er fyri øllum. FSF er vorðin partur av ABC fyri sálarliga heilsu.

Mynd: Fótbóltssamband Føroya

Mynd: Fótbóltssamband Føroya

2021-05-07 20:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hava fótbóltur og sálarlig heilsa nakað við hvørt annað at gera? Tað hevur tað í øllum førum nú, tí Fólkaheilsuráðið kann nú avdúka, at Fótbóltssamband Føroya ynskir at geva sítt íkast til at betra um sálarligu heilsuna í Føroyum. Fyri nøkrum vikum síðani gjørdist FSF nevniliga partur av ABC fyri sálarliga heilsu, og hevur longu luttikið á samstarvsfundi við 23 øðrum ABC samstarvsfeløgum.

Aðalskrivarin í FSF, Virgar Hvidbro, sigur soleiðis um nýggja samstarvið:

- Vit eru glað fyri at gerast formligur partur av samstarvinum um ABC fyri sálarliga heilsu. Fótbóltur fevnir eftir okkara tykki um allar síðurnar av ABC í breiðastu merking. Fótbólturin er ein stórur og fevnandi felagsskapur, har tørvur og pláss er fyri øllum. Samanhald og sjálvboðið arbeiði er hjartaslátturin í fótbóltsfeløgunum, og umframt likamliga rørslu og heilsuágóðar, er fótbóltur eisini karmur um virksemi, sum er til frama fyri sálarliga heilsu. Óansæð aldur, kyn og førleikar vil fótbóltur rúma øllum og geva okkum øllum høvið til at vera saman, virkin og hugbundin.

Í Fólkaheilsuráðnum síggja vit FSF sum ein sterkan nýggjan samstarvsfelaga og eru spent at síggja, hvat samstarvið førir við sær. Sum Virgar sjálvur leggur dent á, so fevnir fótbóltur longu í stóran mun um at vera virkin, saman og hugbundin og kann tískil hava góða ávirkan á sálarligu heilsuna hjá leikarum og sjálvbodnum kreftum í feløgunum.

- Tó kann tilvit um ABC fyri sálarliga heilsu innan fótbóltsheimin hava stóra ávirkan, tí tilvit kann føra til smáar broytingar, sum veruliga muna. At varpa ljós á at vera virkin, saman og hugbundin innan fótbólt kann snúgva seg um alt frá, hvussu tú tekur ímóti nýggjum limum, styrkir um felagsskapin á hvørjum einstaka liði ella felagnum sum heild, ella at leggja dent á ágóðar, sum sjálvboðið arbeiðið hevur fyri bæði ein sjálvan og onnur, og ikki minst í enn størri mun at leggja dent á at hava tað stuttligt, sum heilsufótbóltur er eitt gott dømi um, sigur Monika Mohr, samskipari í Fólkaheilsuráðnum. 

- Fótbóltssambandið strembar eftir at fáa fótbóltsfamiljuna at vaksa enn meira, tí vit vita, at fótbóltur skapar trivnað og gleði fyri øll, sum eru partur av heildini. Sum samstarvspartur av ABC vóna vit tí at varpa enn meira ljós á sálarligu ágóðarnar av fótbólti og vónandi eisini geva enn fleiri føroyingum hug at gerast virkin í fótbólti” sigur Virgar Hvidbro

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, vísir til altjóða granskingarpallin “Football is Medicine”, sum hann sjálvur er ein av høvuðsmonnunum fyri, sum m.a. hevur víst vísindaliga á stóru heilsuligu ágóðarnar av fótbóltsvenjing bæði fyri frísk og sjúk, menn og kvinnur, eldri og børn.

- Í stórari vísindaligari grein í tíðarritinum Lancet verður heilsufótbóltur eisini tikið fram sum dømi um virksemi, sum hevur stórt “ABC-potentiali”, og sum er ein burðardyggur rørsluháttur. Tískil er tað gleðiligt, at ein so sterkur felagsskapur sum FSF, nú gerst formligur partur av ABC fyri sálarliga heilsu”, sigur Magni Mohr.

Fólkaheilsuráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder