Vit hoyra javnan um spælarar, sum fara útum landoddarnar at royna eitt fótbóltsævintýr.
Tað er ógvuliga sjálvdan, at fólk uttanfyri hvítu linjurnar taka fetið, men seinastu árini hava vit sæð bæði Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjara, og Elisabet Vang - bæði Fredrikstad og síðani AIK.
Nú fer ein annar persónur úr KÍ-maskinrúminum avstað. Talan er um nú 37-ára gamlan klaksvíking, sum í nógv ár hevur verið ógvuliga týðandi partur av felagnum.
Sylvan Jakobsen byrjaði sum ungur at hjálpa pápanum Thom Jakobsen, sum er ein liðleiðaralegenda í KÍ og í Klaksvík. Seinastu árini hevur hann havt høvuðsábyrgd sum liðleiðari hjá KÍ - síðani Evropaævintýrið hjá KÍ varð longt tíðliga á heysti 2023 hevur Sylvan verið í fulltíðarstarvi.
Tað er eisini eitt fulltíðarstarv, sum Sylvan Jakobsen nú fer í. Norðlýsið skrivar í dag, at Liðleiðarin, sum er sera høgt í metum í KÍ, skiftir til norska stórfelagið Molde. Har hevur hann hevur skrivað undir ein tvey-ára sáttmála sum ’’kitman" - liðleiðara við nógvum ymiskum praktiskum uppgávum.
Í 2023 vóru Magne Hoseth og Daniel Berg Hestad venjarar í KÍ, og tað er síðstnevndi, sum nú aftur er venjari hjá næstbesta liðnum hjá Molde, sum hevur fingið Sylvan yvir.
- Daniel Berg Hestad ringdi og spurdi, um eg var áhugaður at koma til Molde. Soleiðis kom tað í lag, sigur Sylvan Jakobsen í stuttari viðmerking við Norðlýsið úr Molde, har hann hevur verið síðstu dagarnar.
Sylvan Jakobsen og Magne Hoseth undan bólkaspælsdysti á Tórsvølli í november 2023 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Harvið verður Aker leikvøllurin heimavøllur hjá klaksvíkinginum næstu árini. Har var KÍ, við Sylvani sum liðleiðara, ógvuliga nær við at spæla seg í play-off umfari í Champions League í august 2023. Eftir 2-1 á Tórsvølli í fyrra dystinum, stóð 1-0 til Molde á máltalvuni eftir 90 minuttir í seinna dystinum. Heimaliðið vann eftir longda leiktíð.
Í umfarinum áðrenn tað sló KÍ svenska meistaraliðið BK Häcken út eftir brotsparkskapping. Tá var norðmaðurin Per-Mathias Høgmo høvuðsvenjari. Nú stendur Høgmo á odda fyri Molde BK, og skal Sylvan Jakobsen harvið arbeiða saman við millum annað honum.
Molde skal í februar spæla play-off dystir móti írska Shamrock um at koma víðari til 1/8-finalurnar í Conference League.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald