Fótbóltur

Fótbóltssambandið góðkent Ovara vøll

Eftir eftirlitssýn av nýggja graslíkinum á Ovara vølli í Gundadali er niðurstøðan, at vøllurin er góðkendur at nýta í øllum deildum í føroysku lands- og steypakappingini í fótbólti.

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-06-02 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fótbóltssamband Føroya hevur góðkent Ovara vøll í Gundadali.

Fótbóltssambandið hevur framt eftirlitssýn av nýggja graslíkinum á Ovara vølli í Gundadali til tess at staðfesta, um vøllurin lýkur ásettu treytirnar í Vallarreglugerð FSFs viðvíkjandi mátum. Eisini skuldi staðfestast, um vøllurin annars lýkur FIFA ásett krøv til mát í Fótbóltslógini (“Laws of the Game” hjá IFAB: The International Football Association Board).

Eftirlitssýnið varð framt 1. juni, og í niðurstøðuni verður sagt, at Ovari vøllur í Gundadali er góðkendur at nýta í øllum deildum í føroysku lands- og steypakappingini í fótbólti, skrivar Tórshavnar kommuna.

Góðkenningin er givin við teirri treyt, at leikvøllurin til eina og hvørja tíð lýkur ásettar treytir til leikvøll sambært rundskrivi frá FSF um treytir til leikvøll (Vallarreglugerð 2021).

Sambært kommununi vóru bert fáar viðmerkingar um smáting, sum kundu rættast og umvælast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder