Annað

Fótbóltsspæl sum fyribyrging og viðgerð

Fríggjadagin kl. 13 fer May-Britt Skoradal at verja sína ph.d.-ritgerð, sum kannar, hvussu fótbóltsspæl kann fyribyrgja sjúku, brúkast sum viðgerð fyri sjúku og eisini fremja heilsu.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-05 10:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 7. mai klokkan 13 fer May-Britt Skoradal at verja sína ph.d.-ritgerð, sum kannar, hvussu fótbóltsspæl kann fyribyrgja sjúku, brúkast sum viðgerð fyri sjúku og eisini fremja heilsu. Verjan, sum er almenn, verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuna.

Ritgerðin hjá May-Britt Skoradal kannar, hvørja ávirkan fótbóltsvenjing hevur á likamligu heilsuna hjá børnum, miðaldrandi og eldri kvinnum og monnum við prediabetes.

Ritgerðin snýr seg um fýra randomiseraðar kontrolleraðar kanningar (RCT). Kanning 1 byggir á 41 kvinnur, sum eru um skiftisárini, røra seg lítið og hava ov høgt blóðtrýst.

Kanning 2 og 3 byggja á 50 kvinnur og menn (28 menn og 27 kvinnur), sum eru 55-70 ára gomul og hava fingið staðfest prediabetes. Í kanning 4 eru 392 10-12 ára gomul skúlabørn (203 dreingir og 189 gentur). Tilsamans luttaka 488 royndarfólk.

Í øllum kanningunum vóru luttakararnir tilvildarliga (randomiserað) býttir í ein fótbóltsbólk (FB) ella ein kontrolbólk (KB). FB-arnir spældu skipaðan fótbólt á smáum vøllum í ávikavist eitt ár, 16 vikur og 11 vikur í kanning 1, 2+3 og 4.

Harafturat fingu luttakararnir í bólki 2 og 3 kostvegleiðing (bæði FB og KB), og í kanning 4 fekk FB eisini frálæru um heilsu.

Áðrenn og aftaná interventiónstíðarskeiðini vórðu hesar mátingar gjørdar: arterielt blóðtrýst, vødda- og feittmongd og treystiskanning (fitness) í kanning 1, 2 og 4.

Í kanning 1 og 3 var bein-mineral-tættleikin og bein-mineral-innihaldið í beinagrindini kannað, harafturat vóru blóðroyndir tiknar í kanning 1, 2 og 3.

Samanumtikið vístu allar fýra kanningarnar, at fótbóltsspæl á smáum vøllum í 11, 16 og 52 vikur hevur breiða jaliga ávirkan á heilsuna hjá skúlabørnum, eldri fólki við prediabetes og kvinnum um skiftisárini við ov høgum blóðtrýsti.

Betringarnar fevna um heilsutættir so sum blóðtrýst, treysti, kolesterol, blóðsukur, kropssamanseting og beinheilsuna hjá hesum ymsu bólkunum.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder