Í gyltu árunum hjá EB/Streymi var heimavøllurin við Margáir. Nógv góð fótbóltsminnir eru skapt har, og í 2020 skulu teir í bláum og svørtum aftur spæla har.
Húsið er nú væl longri og hevur tak, ið verjir áskoðarar betri fyri vindi og regni (Mynd: Sunda Kommuna)
Arbeitt hevur leingi verið við at útvíðka og betra um áskoðaraplássini, umframt at gera felagshúsið liðugt har m.a ein fitness miðstøð verður. Í løtuni verða nýggj ljós sett upp kring vøllin.
Les meira um arbeiðið og sí myndir á heimasíðuni hjá Sunda Kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald