Fótbóltur

Fótbólturin er heima

Ongland byrjar í dag sítt EM-endaspæl við dysti á Wembley móti Kroatia. Onglan er landið, ið hýsir flest dystum í hesum endaspælinum. Tað var har vøggan hjá fótbóltinum stóð - spurningurin er um tær tríggjar leyvurnar fáa eitt steyp fyri fyrstu ferð í 55 ár..

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-06-13 12:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gareth Southgate var sjálvur við, tá Ongland seinast spældi EM-dystir á heimavølli. Tað var fyri 25 árum síðani. Liðið var heilt sterkt, men tapti fyri Týsklandi, íð nakrar dagar seinni vann kappingina á enskari jørð, eftir brotssparksskapping í hálvfinaluni. Maðurin ið brendi seinasta brotssparkið hjá Onglandi: Gareth Southgate.

[object Object](Mynd: EPA)

Nú verður hann ikki í hvítum og svørtum ella gráum búna á vøllinum. Hann fer at standa við útskiftingsbonginum í sínum slipsi, vesti og klædningi. Tað er maðurin, ið hevur ført enska landsliðið á eina nýggja kós, og við nógvum ungum og spennandi leikarum, umframt nøkrum royndum góðskarleikarum, skal Ongland í øllum royna at spæla seg millum tey seinastu fýra. Teir avgerandi dystirnar í kappingini verða allir spældir á Wembley.

Tað verða allir dystirnir hjá Onglandi í bólkaspælinum eisini - tann fyrsti í dag klokkan 14. Kroatia er mótsstøðuliðið. Í seinasta endaspælinum, sum spælt er, vunnu kroatar seg í finaluna, men gjørdist ikki heimsmeistari. Tað var Frakland, ið sigraði, og Les Blues er favorittur at vinna EM-gull eisini. Kroatia verður ikki mett at fara at røkka slíkum hæddum sum seinast aftur, men við serliga miðvøllinum, ið Luka Modric framvegis stjórnar, borgar liðið fyri góðsku og kann geva onglendingunum verulig høvuðbrýggj í byrjanardystinum á Wembley. Stóri spurningurin í Ongland er um hvørja samanseting Southgate fer at velja, nú hann hevur so nógvar høgra bakkar og álopskendar leikarar. Skaðastøðan hjá Harry Maguire og Jordan Henderson kann eisini gerast avgerandi.

[object Object]Kroatia vandi á leikvøllinum í gjár (Mynd: EPA)

Hin dysturin í fyrsta umfari í bólki C verður í morgin millum Skotland og Kekkia á Hampden Park. Skotar hava harvið heimavallarfyrimun, og teir eru við til sítt fyrsta endaspæl í hesari øldini. Kekkia hevur framt eitt slag av ættaliðskifti og megnaðu sum vanligt at spæla seg til EM-endaspælið. Talan er um tvey, á hvør sín hátt, spennandi lið, ið bresta saman í Glasgow í fyrsta dystinum í morgin.

Fyrsta umfar í bólki C verður leikt í kvøld. Har spælir Norðurmakedónia sín fyrsta endaspælsdyst nakrantíð. Han verður í rumenska høvuðsstaðnum móti Eysturríki. Og so eru tað niðurlendingar, sum fyri fyrstu ferð í sjey ár vera at síggja í einum endaspæli. Teir taka ímóti Ukreina.

EM - dagur trý 
Sunnudagur 13.06

Bólkur D: 
Klokkan 14 (London): Ongland - Kroatia

Bólkur C
Klokkan 17 (Bukarest): Eysturríki - Norður Makedónia
Klokkan 20 (Amsterdam): Niðurlond - Ukraina


Bólkur D: 
Mánadagin 14. juni klokkan 14 (Glasgow): Skotland - Kekkia


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder