Mánadagin boðaði Fótbóltssambandið frá, at allur fótbóltur varð avlýstur fyribils orsakað av koronustøðuni. Tann morgunin boðaðu myndugleikarnir frá, at 16 nýggir tilburðir vórðu staðfestir seinasta samdøgrið, og at talan var um bretska frábrigdið.
Teir fýra dystirnir í 12. umfari av Betri Deildini hjá monnum og dystirnir í fremstu deildini hjá kvinnum, sum skuldu spælast tann dagin, vórðu fyribils avlýstir, og ógreitt var, hvussu leingi steðgurin fór at vara.
Talið á tilburðum, sum hava verið staðfestir seinastu dagarnar hevur tó verið lítið, hóast fleiri túsund kanningar eru gjørdar seinastu dagarnar, og Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum, upplýsir nú fyri Portalinum, at fótbólturin verður tikin uppaftur í vikuni.
Nýggj dagfesting til teir útsettu dystirnar er við at koma uppá pláss, og væntandi er alt komið uppá pláss seinni í dag ella í morgin, sigur hann.
Fjórðingafinalurnar í steypakappingini hjá monnum, sum skuldu vera um vikuskiftið, verða spældar sum ætlað, sigur Róin Schrøter, og so vítt hann veit, verður tað við áskoðarum. Ein av fjórðingsfinalunum – millum B71 og HB – stendur tó til at verða útsett til 9. juni, eftir at korona er staðfest í hópinum hjá HB.
Fjórðingsfinalurnar
28. mai: NSÍ – 07 Vestur
29. mai: EB/Streymur – B36
30. mai: ÍF – Víkingur
9. juni: B71 – HB (útsettur frá 30. mai)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald