Annað

Frá borðtennissambandinum til ítróttaráðgeva

ÍSF hevur sett Andras Nolsøe ístarv sum ítróttaráðgevi.

Andras Nolsøe her saman við borðtennissystrunum Onnu og Rakul Mikkjalsdóttir undir oyggjaleikunum í Gibraltar ísummar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Andras Nolsøe her saman við borðtennissystrunum Onnu og Rakul Mikkjalsdóttir undir oyggjaleikunum í Gibraltar ísummar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-08-23 16:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

1. oktober byrjar Andras Nolsøe í starvinum sum ítróttaráðgevi hjá Ítróttasambandi Føroya, ÍSF. Hann avloysir Jarvin Feilberg Hansen, sum gavst ístarvinum fyrr í summar.

Umframt útbúgving sum fysioterapeut, er Andras eisini útbúgvin bankaatstøðingur. Seinastu seks árini hevur Andras arbeitt sum fysioterapetur. Harumframt hevur Andras drúgvar royndir sum ungdómsvenjari í borðtennis og fótbólti, umframt at hann hevur luttikið í nevndararbeiði.

Andras Nolsøe er kendur persónur innan ÍSF og er í dag formaður í Borðtennissambandi Føroya, BTSF.

- Fyri ikki at sleppa BTSF uppá fjall hava vit avtalað, at Andras tryggjar eina skiljagóða yvirgongd av formansskapinum í borðtennissambandinum. Hetta merkir, at Andras er leysur av øllum formellum tilknýti til BTSF í seinasta lagi við ársenda, sigur ÍSF í fráboðan í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder