Annað

Ikki bestu úrslitini í Milano

Rókur Trygvason og Signhild Joensen kappaðust í stórari svimjistevnu í Milano.

Mynd: Svimjing.com

Mynd: Svimjing.com

2019-03-04 11:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Rókur Tyrgvason og Signhild Joensen, sum bæði svimja fyri Ægir úr Klaksvík, luttóku um vikuskiftið í stóru svimjistevnini Trofeo Città di Milano í Italia.

Frægasta úrslitið hjá føroysku svimjarunum varð tað hjá Signhild á 200 metrar ryggsvimjing, har hon gjørdist nummar átta, skrivar Svimjing.com

Besta úrslitið hjá Róki var í 200 metrar bringusvimjing, har hann gjørdist nummar 21.

Úrslitini hjá føroysku svimjarunum vóru hesi:

  • Rókur 2:03.50 og nr 46 í 200 frí
  • Signhild 2:17.62 og nr 8 í 200 rygg
  • Rókur 2:33.38 og nr 21 í 200 bringu
  • Signhild 1:05.05 og nr 15 í 100 rygg
  • Rókur 31.21 og nr 32 í 50 bringu
  • Rókur 54.09 og nr 49 í 100 frí
  • Signhild 30.78 og nr 14 í 50 rygg
  • Rókur 1:07.71 og nr 22 í 100 bringu 
  • Rókur 24.76 og nr 34 í 50 frí
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder