Annað

Fráferðartiltak fyri Oyggjaleikir í SMS leygardagin

Løgmaður og forsetin í ÍSF siga nøkur orð.

2019-06-26 11:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við at føroysku íðkarnir fara til Gibraltar 4. juli at luttaka í oyggjaleikunum, skipar ÍSF fyri almennum fráferðatiltaki leygardagin 29. juni.

Tað er við matarstøðini í SMS at føroyingar fáa møguleika at ynskja føroysku íðkarunum góða ferð, áðrenn tey fara til oyggjaleikirnar at kappast fyri Føroyar. Nógv áhugavert verður á skránni hendan morgunin.

Ókeypis morgunmatur byrjar kl. 9, og kl.10 verða røður og annað á skránni. Løgmaður og forsetin í ÍSF, Elin Heðinsdóttir Joensen, fara at siga nøkur orð og ynskja íðkarunum góða ferð. Síðan fær vinnarin av kappingini um eina ferð til Gibraltar til oyggjaleikirnar handa vinningin.

- SMS

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder