Hondbóltur

Frakland er stóra finaluliðið - men Danmark er í favorittleiklutinum

Frakland hava vunnið tólv av teimum ellivu finalunum, ið landið hevur luttikið í, í manshondbólti hesa øldini. Einasta tapið var í OL-finaluni móti Danmark í 2016 - danir hava verið suverenir seinastu HM-endaspølini og kunnu nú skriva søgu.

Mikkel Hansen hevur áður spælt stórar finalur móti Fraklandi. Royndi bakspælarin hevði eisini í nógv ár heimavølli í París - nú skulu hann og liðfelagarnir royna at basa Fraklandi fyri at vinna triðja heimsmeistaraheitið á rað (Mynd: EPA)

Mikkel Hansen hevur áður spælt stórar finalur móti Fraklandi. Royndi bakspælarin hevði eisini í nógv ár heimavølli í París - nú skulu hann og liðfelagarnir royna at basa Fraklandi fyri at vinna triðja heimsmeistaraheitið á rað (Mynd: EPA)

2023-01-29 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danmark hevur ikki tapt í sínum seinastu 27 dystum í HM-endaspølum. Fyrr í vikuni varð metið fyri longst ósigraðu røð tikið frá Fraklandi, sum ikki tapti nakran dyst í 2015 og 2017, tá HM-gull komu í hús. Í hálvfinaluni í 2019 endaði Danmark fronsku røðina á 26 dystum við flottum hálvfinalusigri - í finalum hevur Fraklandi annars sum heild havt tamarhald á Danmark og hevur eina flotta finalusøgu.

Danska TV2 vísir á, at franska manslandsliðið hevur spælt 13 stórar finalur og vunnið tólv teirra. Ellivu gull eru komin til høldar í hesari øldini, har liðið við Omeyer, Dinard, Narcisse, Karabatic, Karabatic, Abalo, Fernandez, Guille og øðrum fekk heitið "Les Experts" (Serfrøðingarnir) Sum Nikolaj Jacobsen vísir á, hevur franska liðið seinastu árini - við partvíst einum nýggjum ættarliði - ikki megnað eins væl at spælt seg í finalur, men hinvegin eru teir dugnaligir til at vinna tær, tá Frakland kemur í tær.

Í 2011 var Danmark nær við koppa Fraklandi, tá serliga Mikkel Hansen skaraði framúr í HM-finaluni í Malmö. Frakland endurvann tó heimsmeistaraheitið eftir longda leiktíð. Trý ár seinni var nógv størri munur, tá fraklendingar skoraðu 41 ferðir í EM-finaluni í Herning.

[object Object]

Í Rio í 2016 bragdaði hjá Danmark, sum undir Guðmundi Guðmundssyni vann sítt fyrsta OL-gull í manshondbólti móti fronsku favorittunum.  Fimm ár seinni lønti Frakland dønum aftur við 25-23 sigri uttan áskoðarar í Tokyo. Hetta var triðja OL-gullið 

Harvið eru hetta tey sterkastu londini seinastu árini, sum aftur hittast í finalu í Svøríki í kvøld. Hesaferð er tað í stóru Tele2 Arena í Stokkhólmi, har Frakland sendi svensku vertirnar út í hálvfinaluni fríggjakvøldið. Høllin verður vanliga nýtt sum millum annað heimavøllur hjá fótbóltsfeløgunum Djurgården og Hammarby men kann eisini nýtast til hondbólt, og pláss er fyri 22.000 fólkum. DHF upplýsir, at umleið 1.300 fólk vera og stuðla í svenska høvuðsstaðnum í kvøld. 

Sterka danska liðið hjá Nikolaj Jacobsen er í favorittleiklutinum, men Landin og verja hansara skulu serliga støðga fronsku bakketuni - Dika Mem, Kentin Mahe og Nedim Remili. Í hinum endanum skulu Mikkel Hansen og ungu síðumenn hansara, Mathias Gidsel og Simon Pytlick halda fram, og so er spurningurin um Jóhan á Plógv Hansen og hinir skriva søgu og gerast fyrsta liðið, sum vinnur trý HM á rað. Av taktiskum orsøkum hevur Jóhan spælt lítið og einki og seinastu dystirnar.

HM-finala nummar 28 í røðini verður bríkslað í gongd klokkan 20 í Stokkhólmi.

HM-finala
Sunnudagin 29. januar

20.00: Danmark - Frakland (DR1/TV2/TV2 Play)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder