Hondbóltur

Framvegis ógvuliga tættur bólkur hjá Føroyum

Ukraina vann stórt á Kosovo, og tað er sum so eitt gott úrslit fyri EM-vónina hjá Føroyum. Tvey stig og innanhýsis málúrttøka skilja fremsta og aftasta liðið í bólkinum.

Óli Mittún og liðfelagarnir hava, við trimum stigum av fýra møgligum hesa vikuna móti hægst styrkismetta liðnum í bólkinum, sett seg í yvkistøðu í bólkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún og liðfelagarnir hava, við trimum stigum av fýra møgligum hesa vikuna móti hægst styrkismetta liðnum í bólkinum, sett seg í yvkistøðu í bólkinum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-16 19:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar vunnu flottan útisigur seinnapartin og við trimum stigum móti Niðurlondum hesa vikuna.eru Føroyar á odda í bólkinum, nú tvey umfør eru eftir. Harvið er EM-plássið nú til at taka.

Sí eisini: Føroyar oddalið í bólkinum við flottum útisigri

Sí fagnarmyndir úr Almere HER

Eitthvørt stig í teimum báðum seinastu dystunum í mai burdi verið nóg mikið. Tá eru Kosovo (úti) og Ukraina (heima) á skránni. Munurin á stigatalvuni er annars ikki stórur, nú fýra umfør eru spæld.

Kosovo vann á Ukraina hóskvøldið, men tað er týðiligt, at liðið ikki er tað sama, tá spælt verður í “grýtuni” í Pristina. Eins og í Føroyum í november,, tapti Kosovo við ellivu málum, tá Ukraina tók ímóti í Litava.

Harvið er Ukraina nú frammanfyri Kosovo og ájavnt í stigum við Niðurlond.

Sí eisini - video: 
Elias á Skipagøtu: - Fara eftir at vinna teir báðar seinastu dystirnar í bólkinum eisini
Ísak Vedelsbøl: - Kendist sum tað bert vóru føroyskir áskoðarar her

Undankappingin til EM 2026 - 3. umfar av seks
4. umfar, sunnudagin 16.03
Niðurlond - Føroyar 31-32 (15-15)

Sí eisini: Føroyar oddalið í bólkinum við flottum útisigri

Ukraina - Kosovo 36-25

Støðan í bólkinum:
1. Føroyar 5 stig 
2. Niðurlond 4 stig
--------------------
3. Ukraina 4 stig 
4. Kosovo 3 stig 

Nummar eitt og tvey í bólkinum fara víðari til EM-endaspælið í januar. Fýra teir bestu trý'arnir av teimum átta í undankappingini - teir sum vinna sær flest stig móti ovaru liðunum - sleppa víðari. Tað er óvuliga sannlíkt, at trý'arin úr hesum bólkinum kemur víðari.

Seinastu umførini síggja soleiðis: 
5. umfar, hósdagin 8. mai
Ukraina - Niðurlond
Kosovo - Føroyar

6. og seinasta umfar, sunnudagin 11. mai
17.00: Føroyar - Ukraina
17.00: Niðurlond - Kosovo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder