Dystirnir í sjeynda umfari í landskappingini í talvi sunnudagin broyttu heldur einki í oddastríðnum. Tað er framvegis eitt stig á muni millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag.
Oddaliðini telvaðu bæði á Finsen í Havn. Havnarmenn høvdu ímóti sær B-liðið hjá Klaksvíkar Talvfelag, sum farna vikuskiftið koppaði A-liði felagsins, og sandavágsmenn telvaðu móti B-liðnum hjá Havnini.
Oddaliðini vunnu bæði ruddiliga 3½-½. Spenningurin er tí enn hin sami, nú trý umfør eru eftir.
1. deild - 7. umfar (28. januar)
Havnin 1 - Klaksvík 2 3½ - ½
Helgi Dam Ziska - Haldur S. Johansen 1 - 0
Carl Eli Samuelsen - Wille Olsen ½ - ½
Luitjen A. Apol - Heðin Gregersen 1 - 0
Sjúrður Thorsteinsson - Finnbjørn Vang 1 - 0
Haldur Suni gav stórmeistaranum ógvuliga skarpan gang á 1. borði. Tað tóktist ríða um snarið, men tá ið mest sansaði at í svárari tíðarneyð, snýtti Helgi dygga mótstøðumannin, sum næstan hevði betur uppiborið. Eitt spennandi talv.
Carl Eli var ikki mentur at syfta Willa, sum allan vegin varðveitti javnvágina, eisini í endatalvi við finnu minni.
Luitjen Akselsson Apol telvaði sera væl og vann í stórum stíli. Heðin Gregersen hevur annars havt góð úrslit í seinastuni, og vann m.a. eina av grand prix kappingunum í vetur.
Sjúrður vann í eyðkendum lagi við góðari, posisjónellari telving í longum talvi á Finnbjørn Vang, sum sær sjálvum líkur treiskaðist leingi og væl og støðugt fann kreativar loysnir undir torførum umstøðum.
Eitt gott úrslit hjá oddaliðnum móti sterkum mótstøðuliði.
Havnin 2 - Sandavágur 1 ½ - 3½
Suni Merkistein - Rógvi Egilstoft 0 - 1
Margar Berg - Høgni Egilstoft Nielsen 0 - 1
Heiðrikur Jacobsen - Silas Eyðsteinsson ½ - ½
Øssur Joensen - Jón í Horni Nielsen 0 - 1
So vóru vágamenn aftur fullmannaðir. Rógvi Egilstoft var við aftur eftir at hava lopið ein dyst um. Brøðurnir Egilstoft vóru aftur eirndaleysir á ovaru borðunum. Best sum tú heldur, at nú valdar friður á borðinum, so er ein kreativ, taktisk finta eftir, sum avger talvið. Heiðrikur var hin einasti, sum helt tørn á havnarliðnum móti vælsmurdu maskinuni hjá føroyameistarunum.
Klaksvík 1 - Sandavágur 2 2 - 2
Ólavur Simonsen - Torkil Nielsen ½ - ½
Terji Petersen - Bernhard Augustinussen ½ - ½
Rani Baldursson - Jón Atlason ½ - ½
Rani Nolsøe - Ingi Wiberg ½ - ½
Breiddin hjá Sandavágs Talvfelag er av álvara farin at síggjast í fremstu deildini. Annað lið hjá vágamonnum, sum flutti upp í fjør, hevur so ruddiliga staðfest sína støðu sum eitt væl skikkað lið í bestu deildini.
Støðan í 1. deild (eftir 7 umfør)
Havnin (1) 23 stig
Sandavágur (1 ) 22
Klaksvík (1 ) 14½
Sandavágur (2 ) 11
Klaksvík (2 ) 7
Havnin (2 ) 6½
Kollfirðingar á uppflytingarkós
Alt bendir á, at Kollafjarðar Talvfelag flytur upp aftur í bestu deildina eftir eitt ár í 2. deild. Hendir tað, verður takið helst at styrkja seg nakað, so at teir ikki gerast eitt elevatorlið.
Hans Kristian Simonsen og Árant Djurhuus telva væl, men meira krevst enn so, skalt tú standa teg í bestu deildini. Torbjørn Thomsen hevði munað væl, fingu teir vakt hann úr dúri. Men kanska er ungdómurin framtíðin hjá felagnum í Norðstreymoy við stoltu talvsiðvenjuni?
2. deild (7. umfar)
Havnin 4 - Kollafjørður 1 1½ - 2½
Havnin 3 - Kongshavn 1 2 - 2
Klaksvík 3 - Kollafjørður 2 1½ - 2½
Støðan í 2. deild
Kollafjørður (1 ) 18½
Kongshavn (1 ) 14½
Havnin (3 ) 13
Klaksvík (3) 13
Kollafjørður (2) 12½
Havnin (4) 12½
Toftamenn suverenir
Toftamenn hava vunnið sær so høgliga leiðslu, at uppflytingin tykist teimum longu mest sum vís.
Verri stendur til hjá Vestmanna Talvfelag, sum var háborgin fyri telving úti um landið tann tíð tað var. Tað er næstan syrgiligt at síggja henda gamla talvrisan í fríum falli - á veg niður í 4. deild.
Gøtu Talvfelag er eisini dragnað, men har er nakað av ungdómstelving, sum kann geva teimum eina vón um bata í næstum.
3. deild (7. umfar)
Gøta - Vestmanna 2½ - 1½
Rókur 1 - Sandavágur 4 2½ - 1½
Sandavágur 3 - Toftir 1 ½ - 3½
Støðan í 3. deild
Toftir 22 stig
Sandavágur (3 ) 15
Rókur (1) 15
Sandavágur (4) 12
Gøta (1) 11
Vestmanna (1) 9
Stóru deildirnar
Í 4. deild eru liðini tíggju í alt, og í unglingadeildini níggju. Her telva liðini ein dyst hvørt móti øðrum.
4. deild (6. umfar)
Havnin 5 - Klaksvík 5 3 - 1
Toftir 2 - Strendur 1 ½ - 3½
Rókur 2 - Gøta 2 2½ - 1½
Klaksvík 4 - Kongshavn 2 4 - 0
Suðuroy - Sandavágur 5 (útsettur)
Støðan í 4. deild
Havnin 20
Klaksvík (4) 17
Strendur 16
Klaksvík (5) 16
Toftir (2) 10
Rókur (2) 9½
Suðuroy 9½ (tveir dystir útsettir)
Sandavágur (5) 8
Gøta (2) 4
Kongshavn (2) 2
Unglingadeildin (støðan)
Havnin 11½
Klaksvík 10½
Sandavágur 10
Gøta 9
Havnin 9
Rókur 8½
Strendur 7½
Gøta 6
Toftir 4
Telvað verður aftur 11. februar. Tá verða dystirnir í áttanda umfari spældir.
Í 1. deild sær skráin soleiðis út (8. umfar):
Sandavágur 1 - Klaksvík 1
Sandavágur 2 - Havnin 1
Klaksvík 2 - Havnin 2
Landskappingin í talvi endar leygardagin 9. mars. Tá verða dystirnir í tíggjunda og seinasta umfari telvaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald