Ítróttafeløg og sambond innan ítróttin kunnu søkja um COVID-19 stuðul fyri mistar inntøkur, eftir at løgtingið í juli oyramerkti fýra milliónir krónur til endamálið
Feløgini ella sambondini kunnu hava mist inntøkur, tí ítróttatiltøk hava verið avlýst ella nógv avmarkað sum ein avleiðing av almennu COVID-19 tilmælunum.
Umsóknirnar verða viðgjørdar við støði í “Reglugerðini fyri stuðul til mistar inntøkur í samband við COVID-19”. Mista inntøkan verður ásett eftir miðalinntøkuni hjá einstaka ítróttafelagsskapinum fyri árini 2018 og 2019. Hægsta møguliga stuðulsupphædd er 250.000 krónur, og lægsti møguligi stuðul er 20.000 krónur. Tíðarskeiðið at søkja stuðul er fyri mistar inntøkur 12. mars – 30. juni 2020.
Ein uppgerð, sum ÍSF gjørdi í vár – grundað á tøl frá føroysku ítróttafeløgunum – vísti, at ítróttafeløgini í summar missa umleið átta milliónir krónur í inntøkum.
Ítróttafeløg og sambond undir ÍSF fingu tann 10. juli umsóknarskjal um covid-19 stuðul. Freistin at søkja stuðulin er um eina viku, tann 31. august 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald