Í mai mánaða í fjør fóru 10 teir fremstu billardleikararnir í Føroyum til Danmarkar at dystast móti danska felagnum, B67 í Herning. Í komandi viku koma danir á vitjan í Føroyum.
Billardferðin í Danmark í 2018 eydnaðist somikið væl, at danir nærum beinanvegin avgjørdu, at í 2019 skuldu teir koma til Føroya á vitjan. Komandi vikuskifti verður henda vitjan veruleiki.
Umframt 10 av teirra bestu, verður absolut nógv tann besti keylubillardleikarin, Johnny Hansen eisini við í ferðalagnum. Hann fer at spæla onkran uppvísingardyst, og eisini at hava frálæru í tí hugnaliga gentlemanspælinum.
Somikið væl eydnaðist ferð føroyingana í Danmark, at tíðindaskriv varð sent Den Danske Billard Union, og varð skrivið prenta í ársriti teirra. Har varð millum annað greitt frá um, hvussu føroysku leikararnir greitt áttu munin, tá tað kom til at syngja tjóðsangin. Men dystin vunnu danir, tó tepurt.
Fríggjadagin og leygardagin komandi verður spælt í Føroyum, og tað verður ikki sørt spennandi at síggja, hvussu leikur nú fer at ganga.
Í Danmark verður spælt á heilmatch borðum, men í Føroyum verður bara spælt á 3/4 stødd borðum. Hetta er tí nakað sum danir skulu umstilla seg til.
Orsøkin til at danska felagið bleiv júst B67 úr Herning er, at hetta er felagið sum Hallur Joensen, countrykongur og billardúrmælingur spældi fyri, tá hann eitt skifti búði í Danmark.
Skráin fyri vitjanina:
Byrjað verður fríggjakvøldið kl. 19 í Fuglafirði og í Klaksvík
Leygardagin verður byrjað kl. 10 á somu støðum, og leygarkvøldið verður vitjanin rundað av við veitsludøgurða í Jacqson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald