Annað

French Open: Rafael Nadal vann fyri 13. ferð

Spaniólin vann greitt á Novak Djokovic.

Ein fegin Rafael Nadal eftir sigurin í French Open í gjár. (Mynd: EPA)

Ein fegin Rafael Nadal eftir sigurin í French Open í gjár. (Mynd: EPA)

2020-10-12 06:58 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Finalan í einum av teimum fýra stóru tenniskappingunum, French Open, varð leikt í gjár. Har hittust Rafael Nadal og Novak Djokovic. Fleiri mettu Djokovic, ið ikki hevði tapt ein dyst í 2020, at vera favorittur undan dystinum.

Men í finaluni avrikaði Rafael Nadal sera gott. Spaniólin vann 3-0, við settúrslitinum 6-0, 6-2 og 7-5.

Hetta var trettandi sigur hjá Nadal í French Open, og Grand Slam sigur nummar 20.

Rafael Nadal er í harðari kapping við júst Novak Djokovic og Roger Federer, um at vera tann leikarin við flest Grand Slam sigrum hjá monnnum. Nadal og Federer hava tjúgu Grand Slam sigrar, meðan Djokovic hevur seytjan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder