Kappríðingin við Leynavatn gjørdist sera jøvn. Stutta og sermerkta breytin leggur upp til at riðlarnir gerast javnir og harvið spennandi. So var eisini í ár. Hóast luttøkutalið í tvíspor kundi verið frægari, fingu mongu áskoðarirnir ein sera góðan og undirhaldandi seinnapart við Leynavatn í gjár, skrivar Ríðisamband Føroya.
Serliga kappingin í Tvíspor hjá vaksnum var sera spennandi. Føroyameistarin frá í fjør, Svanna við Hans Paula Poulsen, var í næstseinasta riðli og vann eftir ein spennadi tvídyst móti Urd við Geir Wardum á baki. Tíðin hjá teimum var tó ikki betri enn næstbest, so nú var lagt upp til at rossini í seinasta riðlinum skuldi dystast um fyrsta plássið. Tey vóru Marengo við Regin Johannessen á baki og Freyr við Onnu Magnussen. Hesi bæði rossini vóru eisini tey sum alt seinasta ár dystaðust við Svonnu um FM.
Marengo fekk eina góða byrjan og sá út til at skula kunna taka sigurin, men Freyr gav ikki upp, og sum teinurin leið, vant hann seg inn á Marengo fyri síðani seinstu 20 metrarnar at gera ein ordans vørr og yvirhála Marengo og vinna bæði riðil og kappingina á degnum.
Freyr og Anna Magnussen eru úr Lamba og er tað sjálvsamt, at ross úr eysturoynni vinna FM kappingar, skrivar Ríðisambandið.
Freyr átti tó ikki bestu tíðina, hana áttu Silfa og Ása Bárðadóttir úr Tórshavn. Tey luttøku í Tvíspor hjá teimum ungu, og var teirra tíð eitt hálvt sekund betri enn tíðin hjá Freyr. Tey vunna Tvíspor ung, har Ranja K. Halsdóttir Djurhuus á Blíða gjørdist nummar tvey, og Hanna Sigtórsdóttir á Píl nummar trý.
Skeiðkappingina vann Bárður Johannessen á Syrpu, Brandur í Dali á Sinu var nummar tvey, og Rógvi S. Holm á Tyrlu nummar trý.
Trav vann Grettir við Kristfríð D. Jacobsen á baki, nummar tvey var Freyr og Birita Lútzen, og nummar trý Lotta og Kristina M. Fjallstein.
Aftaná FM kappingina var skipað fyri stuttleikakapping, hana vann Silja Geirsdóttir Eystberg á Urd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald