Fótbóltur

FSF: Skráin fyri ráðstevuna er til reiðar

Spanióli og íslendari eru á vitjan í Gundadali fyrsta vikuskiftið í mars.

Heiðar B. Torleifsson starvast hjá B71, og skal luttaka á FSF ráðstevnuni fyrst í mars
(Mynd: B71)

Heiðar B. Torleifsson starvast hjá B71, og skal luttaka á FSF ráðstevnuni fyrst í mars (Mynd: B71)

2019-02-13 18:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin 1. og leygardagin 2. mars skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Hon er ætlað til allar barna- og ungdómsvenjarar í landinum.

Les meira: 
Ungdómsfótboltur á breddan

Tað er triðja árið á rað, at FSF heldur slíka ráðstevnu, og sum vanligt er koma útlendskir venjarar at geva sítt íkast: 

Fótbóltssambandið boðaði fyri stuttum frá, at Antoni Ordinas vitjar ráðstevnuna í ár. Spaniólin, sum hevur verið í Noregi seinastu árini, hevur PRO licens frá spanska fótbóltssambandinum. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari, bæði við ungdómi og vaksnum. Antoni hevur starvast í Noregi síðani 2013. Fyrstu árini var tað sum ungdómsvenjari og vaksnamannavenjari í Stabæk, og í ár er hann vorðin akademistjóri í Lillestrøm.

Nú er greitt, at íslendingurin Heiðar B. Torleifsson eisini luttekur. Hann skrivaði í desember undir sáttmála sum høvuðsungdómsvenjari hjá B71, og kemur eisini at vera rundanum besta liðið. Heiðar hevur drúgvar royndir sum ungdóms- og talentmennari í fleiri íslendskum feløgum – seinast hjá Breiðablik, har uppgávan var menning av teknisku venjingini og venjarunum í felagnum.

Ástøðiliga parturin verður í B36-húsinum, meðan tann praktiski parturin av ráðstevnuni verður á Tórsvølli. Talan er um eina fjølbroytta skrá, ið sæst her: 

Fríggjadagin

17:30 - 17:40

Vælkomin

Pætur S. Clementsen

18:00 - 19:00

Døgurði í B36-húsinum

 

19:00 - 19:45

Decision making in pressured situations

Antoni Ordinas

20:00 - 21:00

Venjing á Tórsvølli

Antoni Ordinas

 

 

 

Leygardagin

 

 

09:00 - 09:30

Menning av framtíðarvenjaranum

Pætur S. Clementsen

09:30 - 10:00

Framløga av venjingartilfari 6-9 ár

Eli Hentze

10:15 - 11:00

1v1 moves and ball mastery

Heiðar B. Torleifsson

11:15 - 12:15

Venjing á Tórsvølli

Heiðar B. Torleifsson

13:30 - 13:30

Miðmáli í B36-húsinum

 

13:30 - 14:15

The training: From the match to the session

Antoni Ordinas

14:45 - 15:45

Venjing á Tórsvølli

Antoni Ordinas

16:15 - 17:00

Gestarøðari

 

17:15 - 17:30

Samanumtøka

 

18:00

Døgurði í FSF-húsinum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder