Í kvøld klokkan 19:45 spælir føroyska A-landsliðið við monnum fimta dystin í undankappingini til EM 2020.
Svøríki er einasta mótstøðuliðið í bólki F, ið vit ikki hava møtt enn. Tá FSF Varpið tosaði við Jóannes Jakobsen undir seinastu venjingini í gjár, segði hjálparvenjarin, at Svøríki er søguliga sterkt, men nøkulunda á sama støði sum Norra – tó helst eitt eitt sindur betri - sum Føroyar spældu ein góðan dyst ímóti seinast.
Myndir: Seinasta venjing undan Svøríki
Tá endaði tað við 2-0 tapi. Seinast Svøríki var í Føroyum, avgjørdi Zlatan Ibrahimovic. Rógvi Baldvinsson, sum í kvøld allarhelst verður í miðverjuni aftur, legði annars Føroyar á odda stórar tíggju minuttir inn í seinna hálvleiki.
Sí eisini:
Atli: - Skulu royna at halda málið reint
Jóan Símun: - Gleði meg at spæla fyri Føroyar aftur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald