placeholder
Fótbóltur

FSF-Varpið: Hetta burdu allir venjarar gjørt

Luttakarar á Venjaraleiðini hjá Fótbóltssambandinum lata væl at tí, sum tær higartil hava fingið burturúr skeiðinum og átakinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-05-02 13:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Annar partur av átakinum Venjaraleiðin hevur verið á skránni hetta vikuskiftið.

Talan eru um eitt venjaraskeið fyri kvinnur, har luttakararnir taka B2 og B3 eftir einum nýskipaðum leisti, og undirtøkan fyri skeiðnum er avbera góð, sigur Fótbóltssambandið.

19 luttakarar úr átta ymiskum feløgum taka lut í skeiðnum, og í FSF-varpinum, sum sæst omanfyri, ber til at hoyra Rúnu Nón Bjartalíð, hjálparvenjara hjá KÍ kvinnum, og Rebekku J. Olsen, venjara hjá U18 gentunum hjá ÍF, greiða frá, hvat tær hava fingið burturúr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder