Fótbóltur

FSF Varpið: Øll málini í 1. umfari

Við 2-1 sigri á KÍ á útivølli í gjárkvøldið tryggjaðu runavikingar sær seinasta plássið í fjórðingsfinaluni. 25 mál vórðu samanlagt skoraði í teimum átta dystunum í áttandapartsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-04-21 08:03 Author image
Innsent
placeholder

Um vikuskiftið tryggjaðu HB, 07 Vestur, B36, Víkingur, EB/Streymur, ÍF og B71 sær víðari luttøku í kappingini um Løgmanssteypið, og í gjárkvøldið fór NSÍ avstað við seinasta fjórðingsfinaluplássinum, tá runavíkingar vunnu 2-1 á KÍ í útsetta dystinum við Djúpumýru.

Tilsamans 25 mál vórðu skoraði í teimum átta dystunum í 1. umfari, og í FSF Varpinum omanfyri ber til at síggja øll málini.

Fjórðingsfinalurnar verða spældar sunnudagin 30. mai, og eftir lutakastið mánakvøldið er greitt, at tá møtast liðini soleiðis:

B71 – HB
EB/Streymur – B36
ÍF – Víkingur
NSÍ – KÍ.

Fótbóltssamband Føroya


Úrslitini og málskjúttar í áttandapartsfinaluni

TB - HB 0-2 (0-0)
72' Hilmar Leon Jakobsen 0-1
79' Stefan Radosavljevic 0-2

B71 - Undrið 2-1 (0-1)
22' David Kruse Dam 0-1
75' Klayver Nascimento 1-1
78' Tijani Mohammed 2-1

B68 - EB/Streymur 1-2 (0-1)
36' Árni Olsen 0-1
55' Niklas Kruse 0-2
93' Lukasz Cieslewicz 1-2 (br.)

B36 - AB 6-0 (3-0)
5' Martin Agnarsson 1-0
16' Brian Jacobsen 2-0
27' Alex Mellemgaard 3-0 (br.)
53' Bjarki Nielsen 4-0
71' Ragnar Samuelsen 5-0
79' Benjamin Heinesen 6-0

07 Vestur - FC Hoyvík 3-0 (2-0)
11' Erling Myklebust 1-0 (br.)
37' Martin Heiberg 2-0
60' Teitur Olsen 3-0

ÍF - FC Suðuroy 3-0 (2-0)
11' Bogi Reinert Petersen 1-0
43' Gundur Ellingsgaard 2-0
90' Jan Ó. Ellingsgaard 3-0

Víkingur - Skála 2-0 (2-0)
6' Sølvi Vatnhamar 1-0
32' Olaf Bárðarson 2-0

KÍ - NSÍ 1-2 (1-0)
9’ Páll A. Klettskarð 1-0
59’ Klæmint A. Olsen 1-1
90’ Klæmint A. Olsen 1-2 (br.)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder