Fótbóltur

FSF-varpið: Samanhald og menning í fokus

80 ungir fótbóltspælarar úr øllum landinum savnaðust herfyri á Svangaskarði til seinastu úrvalsvenjingina fyri summarsteðgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-06-24 11:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin var stóri endabresturin fyri úrvalsvenjingina, sum í vetur hevur verið á Svangaskarði og á Tórsvølli, og hesaferð var serliga stórur dentur lagdur á at knýta spælararnar saman.

Áleið 80 ungir spælarar úr øllum landinum savnaðust á Svangaskarði á Toftum til seinastu úrvalsvenjingina fyri summarsteðgin.

Umframt nógva dystarvenjing við smáum liðum, vóru eisini aðrir venjingarpostar við skipaðum spølum og kappingum á skránni, og hetta var gjørt við tí fyri eyga at menna samanhaldið millum spælararnar tvørtur um feløgini.

– Vit hava tilvitað valt at hava nógv fokus á tað sosiala og stuttliga, tí vit vilja geva spælarunum høvi til at knýta vinaløg tvørtur um feløg. Fótbóltur er ein liðítróttt, og tí er tað umráðandi at skapa trivnað og samanhald í umhvørvinum, samstundis sum vit eisini leggja okkum eftir at venja so dygdargott sum gjørligt, sigur Jógvan Martin Olsen, fótbóltsmennari hjá FSF.

Øll samrøðan kann síggjast í videobrotinum omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder