Annað

FSF við í fyrstu UEFA eEURO 2020

Fótbóltssambandið fer nú undir at finna tey, ið skulu umboða føroyska e-landsliðið .

2019-09-27 16:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í samstarvi við Føroya Tele, fer Fótbóltssamband Føroya í næstum undir at skipa fyri e-fótbóltskappingum. Endamálið við kappingini er at finna bestu e-fótbóltsspælararnar í Føroyum, og hesi skulu síðani manna føroyska landsliðið, ið skal fáa Føroyar til UEFA eEURO 2020 endaspælið, sum verður í London í døgunum 9. og 10. juli komandi ár.

Kappast verður á Konami eFootball PES 2020, og sambært Konami, ið er framleiðarin av spælinum, verður hetta størsta e-fótbóltskapping nakrantíð fyri landslið.

Vinnandi e-landsliðið vinnur atgongumerki til EM-finaluna, sum verður á Wembley 12. juli, umframt eina peningaupphædd.

Lutakastið til e-undankappingina verður í januar mánað. Luttakandi londini verða býtt í tíggju bólkar, og verða e-undankappingardystirnar spældir “online” í mars, apríl og mai mánað.

Í undankappingini spæla londini tvær ferðir móti hvør øðrum, og síðani fara 16 lond til endaspælið, har tey fara at kappast um at gerast fyrsti UEFA eEURO 2020-meistari.

Fótbóltssambandið fer í næstu viku at kunna nærri um, hvussu e-kappingin verður skipað í Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder