Fótbóltur

Fuglfirðingar sett venjara til besta kvinnuliðið

ÍF avdúkaði á 75 ára degnum at Silva er settur sum venjari á besta kvinnuliðnum hjá felagnum, sum spælir í 1. deild.

(Mynd: ÍF)

(Mynd: ÍF)

2021-03-28 19:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

ÍF hevur í ár fyri fyrstu ferð síðani 2013 aftur eitt kvinnulið, aftaná at hava havt samstarv við Víking og B68 um besta lið seinastu árini.

Og á 75 ára føðingardegnum hjá ÍF hósdagin varð avdúkað at Alexandre da Silva Braga (Silva) er settur sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá ÍF.

Í 2014 bleiv Silva útbúgvin A license venjari. Hann hevur drúgvar royndir sum fótbóltsspælari og venjari hjá millum annað FS Vágar, 07 Vestur og HB.

Samstundis avdúkaði ÍF at Pelagos er nýggjur høvuðsstuðul hjá kvinnunum.

ÍF, sum spælir í næstbestu deldini, hevði vitjan av MB í Fløtugerði. Fuglfjarðarkvinnur sendu MB heim aftur við einum 10-0 tapi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder