Fótbóltur

Fult umfar í kvøld

Miðvikuumfar verður í bestu landskappingini hjá monnum. Byrjað verður klokkan 16.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-14 12:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 16 byrjar fyrsti dysturin í dag og síðsta bríksl verður um níggju tíðina í kvøld.

Miðvikuumfar er í Betri deildini hjá monnum, og øll liðini skulu í eldin í kvøld. Í Trongisvági er 07 Vestur á vitjan hjá TB. Vágamenn taptu stórt móti HB sunnudagin, meðan TB fekk síni fyrstu stig við javnleiki móti B68.

EB/Streymur og B68 hittast í Hólmanum á Eiði, meðan NSÍ og B36 spæla í Runavík.

Í Sarpugerði í Norðragøtu er lagt upp til satt brak, har KÍ er á vitjan hjá Víkingi, sum hevur víst góðar taktir higartil í ár. KÍ hevur eisini víst styrki, og er greitt oddalið í deildini higartil.

HB tekur ímóti ÍF á Tórsvølli. Fuglfirðingar fingu eina fína byrjan upp á kappingarárið, men taptu 3-0 móti NSÍ sunnudag, og hava tunga dystarskrá fyri framman.

Sunnudagin er fyrsta umfarið í kappingini um løgmanssteypið.

6. umfar

TB - 07 Vestur (16:00)
EB/Streymur - B68 (18:30)
NSÍ - B36 (19:00)
Víkingur - KÍ (19:00)
HB - ÍF (19:00)

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ (12 stig)
2. Víkingur (8 stig)
3. ÍF (7 stig)
4. HB (7 stig)
5. B36 (6 stig)
6. NSÍ (6 stig)
7. 07 Vestur (3 stig)
8. EB/Streymur (2 stig)
9. B68 (2 stig)
10. TB (1 stig)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder