placeholder
Fótbóltur

Fútin blandar seg uppí evropeiskan fótbólt: KÍ noyðist á Tórsvøll av trygdarávum

Hóast loyvi er at spæla í Klaksvík í 3. umfar, hava myndugleikarnir mett, at áskoðararnir hjá Lech Poznan kunnu skapa so mikið nógvar trupulleikar, at dysturin 13. august skal vera í høvuðsstaðnum..

KÍ spældi eisini á Tórsvølli í 3. umfari í Conference League í fjør, men tá vóru loyvir ikki komin uppá pláss til dystir so mikið seint í Klaksvík. Tað eru tey nú, men av tí at hetta verður mett sum

KÍ spældi eisini á Tórsvølli í 3. umfari í Conference League í fjør, men tá vóru loyvir ikki komin uppá pláss til dystir so mikið seint í Klaksvík. Tað eru tey nú, men av tí at hetta verður mett sum "high-risk" er einki hjá KÍ at gera. KÍ vann tá 2-0 á Neman Grodno (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-31 18:21 Author image
Agnar Prestá

Talan er um ein sonevndan "high-risk" dyst, og av teirri orsøki hevur fútin tikið avgerð um at flyta næsta evropeiska dystin hjá KÍ til Tórsvøll.

Hetta hava Norðlýsið og bolt.fo skrivað um - sum skilst og frá álítandi keldum -, og Portalurin hevur nú fingið hetta váttað.

KÍ fekk boðini frá løgregluni hóskvøldið. Hóast man ynskti at veruliga mótmæla, hevði KÍ ikki fingið gjørt nakað við tað, tí hetta kemur so at siga undir harraboð.

Tá evropeiskir dystir ella landsdystir fara upp í bólkin "high-risk", eru summi krøv til karmar viðvíkjandi trygd, sum løgreglan skal hava tøkt. Hesi eru ikki í Klaksvík, so sum ein vakmyndatólskipan, har til ber at fylgja væl við áskoðarum, umframt eitt veruligt trygdarrúm.

Hetta er á Tórsvølli. Og hóast tað ikki gekk serliga væl at avgreiða HB-Hajduk Split á sinni, og KÍ hevur loyvi at hýsa dystum í 3. umfari í Europa League, so skal KÍ - Lech Poznan í 3. umfari spælast í høvuðsstaðnum.

Orsøkin er, at útiáskoðararnir hjá Lech Poznan hava orð á sær at vera truplir. Millum annað í fjør skapti ein bólkur, sum illa kann metast at vera ein vanligur fjepparabólkur, stórar trupulleikar í Spania. Hetta var, tá Lech Poznan og Rayo Vallecano brustu saman í bólkaspælinum í Conference League. Hooligans brustu eisini saman, og løgreglan hevði út at gera. Hesin dysturin varð eisini mettur at vera high-risk dystur.

KÍ hevur annars góð evropeisk hagtøl á Tórsvølli og tapir ógvuliga sjálvdan har.

Dysturin, sum verður tann seinni í uppgerðini, verður hósdagin 13. august klokkan 18.30. NSÍ stendur at spæla sama kvøld í Conference League - í Klaksvík.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder