Fótbóltur

Fýra ferðir Árni Frederiksberg

Tað er ikki hent áður, at ein spælari á føroyska manslandsliðnum hevur fýra málstig (mál+upplegg) í einum skrásettum kappingardysti.

Í einum frálíkum føroyskum avriki og metstórum sigri, var Árni Frederiksberg framúrskarandi. Evropeiski metmálskjúttin hevur átt stóran leiklut í seks av seinastu sjey málunum hjá Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

Í einum frálíkum føroyskum avriki og metstórum sigri, var Árni Frederiksberg framúrskarandi. Evropeiski metmálskjúttin hevur átt stóran leiklut í seks av seinastu sjey málunum hjá Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-10 10:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar avrikaðu sum heild frálíka væl í 4-0 sigrinum á Tórsvølli í gjárkvøldið, og samanlagt er hetta avgjørt millum bestu kappingardystirnar hjá manslandslið.

Ógvuliga góð einstaklikaavrik vóru eisini. Hanus Sørensen var ein marra fyri Montenegro,  skoraði tvær ferðir, og átti stóran leiklut í 4-0 málinum eisini, Og so var tað maðurin, sum skoraði hetta seinasta málið: Árni Frederiksberg.

[object Object]
Árni Frederiksberg og hinir fegnast eftir brotsspaksmálið - landsliðsmál nummar tvey hjá honum. Nummar 11 var púra tryggur úr ellivu metrum (Mynd: Sverri Egholm)

33-ára gamli KÍ-spælarin var framúrskarandi í føroyska sigrinum á Montenegro. Hetta var greitt hansara besti landsdystir higartil, og vísti Árni Frederiksberg allar tær dygdir, sum hann hevur gjørt so ofta við føroyskum feløgum seinastu árini og eisini í løtum í teimm trimum undanfarnu landsdystunum:Hann hevur átt stóran leiklut í seks av seinastu sjey málunum hjá Føroyum (mál og við í málum móti Gibraltar).

UEFA skrásetur 2-0 málið í gjár sum sjálvmál, onkrar livesore- og tíðindasíður seta Árna Frederiksberg sum málskjútta, og Meinhard Egilsson Olsen nart líka við bólkin.

Sí eisini: Meinhard Egilsson - Her var klassamunur - eg nart við bóltin men tað er líkamikið 

Í øllum førum er greitt, at Árni Frederiksberg átti risastóran leiklut í málinum. Høgri vongurin vann frísparkið, sum hann sjálvur sveiggjaði innfyri á frálíkan hátt við vinstra beininum, og Montenegro fekk ikki handfarið hetta.

[object Object]
Eftir giftiga frísparkssending frá Árna endar bólturin aftur í málinum hjá Montenegro (Mynd: Sverri Egholm)

Í fyrsta málinum fann Árni Frederiksberg hin vongin við hvassari alvering, og Hanus Sørensen gjørdi arbeiðið væl og virðiliga liðgut við fýra skjótum nertingum í brotsteignum og tryggum skoti. Til 3-0 málið var uppskriftin tann sama - tó at tá var talan um perfekt innlegg frá nummar 11, sum hann sendi staddur nær við síðulinjuna við gylta vinstra fótinum. 

-  Árni tók í meg, tá vit fóru at eta í dag, og bað meg leita í aftara-økið, tá hann trekkir inn...har skuldi eg bara seta høvdið á. Vit hava funnið hvønn annan væl í vikuni, staðfesti tvífaldi málskjúttin fyri Portalinum.

Sí eisini: Abbi Hanus bað hann bara leggja bóltin í málið

[object Object]

[object Object]Tvær ferðir Árni Frederiksberg til Hanus Sørensen. Teir báðir síggja út til at hava fingið eitt gott samstarv, og vóru føroysku vongspælararnir  (Myndir: Sverri Egholm)

Tað eitur harvið eitt mál og trý upplegg - ella tvey av hvørjum. Fýra málstig í 4-0 sigrinum frá Árna Frederiksberg og hetta hevur eingin spælari á føroyska manslandsliðnum áður framt í UEFA-skrásettum kappignagardysti.

Árni Frederiksberg er mest skorandi føroyski spælarin í evropeisku kappingunum. Bóltsnillingurin hevur 14 mál - øll gjørd seinastu trý árini fyri KÍ í Conference League og Champions League. Høgri vongurin eigur eisini nógv upplegg, og í gjár sló Árni við sjey tumma seyma fast, hvussu stórt virði hann kann hava fyri føroyska landsliðið.

Hoyr samrøðu við Árna Frederiksberg, sum Pætur Nolsøe gjørdi, her:
Eitt minnilig kvøld - hevði ikki droymt um ein so stóran sigur

Sí eisini: Føroyar hava javnað stigametið fyri eina undankapping - ongantíð vunnið so stóran kappingarsigur

Sì málini í samandrátti hjá Kringvarpinum

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í gjár, hósdagin 8. oktober
Føroyar - Montenegro 4-0 (2-0)
16' Hanus Sørensen (Árni Frederiksberg) 1-0
36' Meinhard Egilsson Olsen (Árni Frederiksberg) 2-0  - møguliga sjálvmál
57' Hanus Sørensen (Árni Frederiksberg) 3-0
72' Árni Frederiksberg, br. (Jóan Símun Edmundsson) 4-0

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Mattias Heðinsson Lamhauge – Jóannes Kalsø Danielsen (81' Jann Julin Benjaminsen), Odmar Færø (L), Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg (76' Petur Knudsen), Brandur Hendriksson Olsen (68' Geza David Turi), Jákup Biskopstøa Andreasen, Hanus Sørensen (76' Adrian Rúnason Justinussen) – Meinhard Egilsson Olsen (68' Jóan Símun Edmundsson)

Venjari: Eyðun Klakstein

Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 13 stig (5 dystir)
2. Kekkia 13 stig (6 dystir)
3 Føroyar 9 stig (6 dystir)
4. Montenegro 6 stig (6 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)

[object Object]

Les eisini: Føroyar við framúr avriki og metsigri

Árni og hinir spæla aftur á Tórsvølli sunnudagin, 12. oktober, klokkan 17 móti Kekkia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder