Annað

Fýra fingu heiðursmerki fyri arbeiði til frama fyri føroyskan ítrótt

Á aðalfundinum hjá ÍSF vórðu trý gullmerki og eitt silvurmerki handaði - Jón Hestoy og John Kjær Báðir vórðu afturvaldir uttan mótvalevni..

Elin Heðinsdóttir Joensen, Hjalmar Petersen, Oddmar Nielsen, Magnus Tausen og Rókur í Jákupsstovu (Mynd: ÍSF)

Elin Heðinsdóttir Joensen, Hjalmar Petersen, Oddmar Nielsen, Magnus Tausen og Rókur í Jákupsstovu (Mynd: ÍSF)

2020-06-02 18:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er siður á aðalfundinum hjá ÍSF at lata heiðursmerki fyri arbeiði til frama fyri føroyskan ítrótt, og leygardagin var einki undantak.

Ítróttarsamband Føroya skrivar, at Oddmar Nielsen, formaður í Bogaskjótisambandi Føroya, fekk silvurmerki, og at tríggir mans fingu gullmerki fingu:

Magnus Tausen, formaður í Flogbóltsambandi Føroya
Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya
Hjalmar Petersen, sum er fyrrverandi formaður í Ríðisambandi Føroya og dómari í hondbólti – hann var m.a. altjóða dómari saman við Kristiani Johansen í fleiri ár.

Nevndarval 
Jon Hestoy og John Kjær stóðu fyri vali á aðalfundinum. Báðir vóru afturvaldir uttan mótvalevni, skrivar ÍSF.

[object Object]Nevndin í ÍSF (Mynd: Ítróttarsamband Føroya)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder